Annað

Maður varðhaldsfongslaður í fýra vikur

Ein maður í 30'unum er varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at deila pornografiskt tilfar av børnum.

2024-09-24 17:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroya Politi handtók í gjár ein mann og skuldsetti hann fyri brot á ásetingarnar í revsilógini, sum snúgva seg um at hava í varðveitslu og undir serliga skerpandi umstøðum at hava breitt út pornografiskt tilfar av børnum.

Gerðirnar eru framdar á internetinum, og børnini eru ikki eyðmerkt.

Ákæruvaldið framstillaði mannin í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í dag. Maðurin var varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Kanningardeildin hjá politinum hevur arbeitt við málinum í eina tíð og fer nú undir enn fleiri kanningar. Hetta fevnir m.a. um kanning av teldum og øðrum elektroniskum tólum hjá manninum, sum kunnu geva ábendingar um, hvørt brotini eru meira umfatandi, ella talan er um fleiri brot.

Talan er um eitt sokallað "NCMEC-mál", sum er byrjað við, at Føroya Politi hevur fingið boð frá felagskapinum National Center for Missing & Exploited Children (NCMEC) í USA um at tilfar, sum kann vera ólógligt, er deilt á internetinum. Endamálið hjá NCMEC er m.a. at fyribyrgja kynsligari misnýtslu av børnum á netinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder