Annað

Maður deyður av vanlukku

Í nátt lat ein maður lív uttanfyri Hotel Hilton í Havn

2025-03-16 09:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 01:10 í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein maður var dottin uttanfyri Hotel Hilton í Havn. Falli var umleið 3 metrar.

Maðurin í 50'inum var stutt eftir staðfestur deyður. Løgreglan gjørdi ymiskar avhoyringar í nátt, men mugu avhoyringarnar takast upp aftur í dag. Kannað verður eisini um nakað illgrunasamt er fari fram.

Fólkini ið vóru á staðnum, og tey avvarandi hjá manninum fáa bjóðað kreppuhjálp.

Avvarandi hava fingið boðini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder