Politikkur

LUMPAÐAR KVINNUR

Hetta løgtingsvalið verður mest sannlíkt eitt lagnuval fyri tað ófødda barnið. Lagnan kann verða blíð og lagnan kann verða ring. Tað liggur longu í kortunum, at fólkavalda demokratiið í Føroya Løgtingi, skal avgera lagnuna hjá teimum smáu.

2022-12-07 08:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Men tað átti ikki, at borið til, at siðspiltir politikarar í Føroya Løgtingi skulu avgera lagnu barnsins. Hinvegin, so sigur tað ikki lítið um siðspilluna í tjóðini og hvussu demokratiið við tíðini verður korrumperað. Óansæð um øll fremja ein órætt, so verður tað verandi ein órættur. Tí menniskjalívið er heilagt og ein grundleggjandi tilverurættur.


Frí fosturtøka er ikki ein natúrligur tørvur og ei heldur eini natúrlig rættindi. Frí fosturtøka er eitt brotsverk ímóti allari mannaættini. Motivið aftanfyri kravið um einaræði til allar kvinnur, at ráða yvir egnum kroppi í okkara demokratiska samfelag, so løgi, sum tað ljóðar, er líka kyniskt og harðhent, sum sjálv ógerðin, at fremja fría fosturtøku.  


Hesi marsjera undir hugmóðiga frælsisflagginum “kvinnan ræður yvir egnum kroppi” og stevna trampandi ímóti tí fullkomnu villleiðingini. Tey hevda, at einaræði kvinnurnar skal geva teimum fulla heimild til einavald. Endaliga kravið er, at kvinnurnar skulu avgera lagnuna hjá móðurlívsbørnunum. Tað verður kvinnan, siga tey, sum skal avgera um hennara barn skal liva ella doyggja.


Summi spyrja hvar menninir og páparnir eru í øllum hesum ruðuleikanum. Men ringa støðan prógvar, at viðhaldsmenninir hava vaskað hendur sínar eftir, at hava givið dómsvaldið upp í hendurnar hjá kvinnunum. Sostatt standa allir viðhaldsmenninir aftanfyri dáragerðina. Á tann hátt stuðla teir passivt dáraðu kvinnunum í, at fremja órætt og yvirgang ímóti teim smáu.


Men hvat er tað fyri menn, sum hava vrakað sannleikan, ið staðfestur, at lívið er gudgivið og heilagt? Hvørjir eru hesir menn, sum ikki elskað síni egnu børn í móðurlívinum hjá konum teirra? Hvat er hetta fyri menn, sum kunnu finna uppá, at loyva sínum egnu konum, at knúsa børnini sundur og síðan skola tey út –  sundursorlað í kloakkina? Hvørji eru øll hesi, sum liggja so lágt í samfelagnum?


Jú, slíkir menn hava djevulin til faðir, lærir Bíblian. Teir gera tað, sum faðir teirra lystir. Hann var frá upphavi manndrápari og stendur ikki í sannleikanum; tí sannleiki er ikki í honum. Tá ið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí hann er lygnari og faðir lygnarinnar. Hetta er upprunin til syrgiliga óskilið í húsarhaldinum í dag, sum fleiri og fleiri kvinnur verða illa fløktar inn í.


Einasti vegurin burturúr andaliga lógloysinum er, at tú angrar og játtar syndir tínar og við hjartanum trýr á Jesus. So skalt tú verða frelstur. Á tann hátt fæst fyrigeving syndanna og náði frá Gudi – soleiðis, at tú kanst liva eitt nýtt lív fyri hin upprisna Kristus. Tástani kanst tú av heilum huga verða við til – fyrst og fremst, at uppbyggja títt egna lív, at byggja títt egna heim, samkomuna og samfelagið á Kristus og kristilig virðir, sum halda í allar ævir.


Liv hitt nýggja lívið av trúgv fyri Harra og frelsara tín, sum er í himlinum. Og liv lívið fyri Heilaga Anda Guds, sum er Harri tín í holdinum. Bøn mín og ynski mítt er Guds signing yvir títt nýggja lív. 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder