Sum er eggjar skattalógin okkara eldru til at arbeiða, til tey hava forvunnið sær 45.000 kr oman á pensjónina.
Oman fyri tað rakar meirskattur tey sum ein sleggja, og arbeiðshugurin minkar.
45.000 kr fyri árið oman á pensjónina er ov lágt skattafrítt botnmark.
Tað má hækkast til 80.000 kr áðrenn skattliga revsing, vil Fólkaflokkurin.
Verandi skipan við 45.000 kr skattafrítt oman á pensjónina er tó so frægt, at heili 53% av øllum pensjonistum millum 67 og 75 ára aldur arbeiða.
Eitt hægri botnmark, eitt nú 80.000 kr, hevði eggjað enn fleiri at arbeitt eftir pensjónsaldur.
Føroyar hava met millum okkara grannalond, tá tað snýr seg um arbeiðshug og ágrýtni millum okkara eldru.
Vit hava eisini met, tá tað snýr seg um luttøku á arbeiðsmarknaðinum hjá okkara vaksna fólki millum 18 og 67 ára aldur.
Heili 90% av teimum arbeiða, sammett við 80-84% í Norðurlondum (tó undantikið Ísland, har 88% av vaksnum luttaka á arbeiðsmarknaðinum).
Verður ikki unna okkara eldru og samfelag eina eggjan til at arbeiða og tjena meiri, verður týdningurin undirmettur eisini fyri krops- og sinnisheilsuna hjá eldri fólki, ið halda seg orka og fáa sínar arbeiðsgevarar til at samstarva um at gagnnýta tær risa fakligu og lívsroyndir, ið eru í okkara 'gráa gulli', teimum eldru.
Fyri hvønn pensjonist, ið heldur fram á arbeiðsmarknaðinum, sleppa vit undan stríðnum at leita eftir útlendskari arbeiðsmegi.
Veljið Fólkaflokkin, ið altíð stuðlar teimum, ið vilja arbeiða og tjena meiri.
X við A
Mona Breckmann Wescott
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald