Í vikuni tók Andrias Nielsen hesa myndina.
Sum sæst so er lopið niðast í Grundstøðum beint eystanfyri Grundstaðgjónna (Tað nevnist í Moldini), har sigur søgnin at ein húskallur í Harraldstovu datt oman og bleiv grivin har.
Sandavágs søga: Hitt torførasta plássiið at søkja í Sandavági var Grundstaðir. Teir gomlu plagdu at fara norður við rossi. Vegurin er átta fjórïngar norður á eggina, og sagt verður, at av eggini og niður er gøtan ein fjórðing. so sniðgongt er, men aftaná, at Steigin var seld, plagdu teir at fara við tveimum áttamannaførum norður á Slættanes. Har var helvtin av fólkinum sett upp á land, og hin helvtin fór við øðrum bátinum norðurundir. Fuglurin ið fingin var, var tveittur niður og hentaður upp í bátin.
Í løgmanstíðini og fyri ta tíð varð allur fuglurin borðin upp. So tungt var at koma upp við fuglinum. tá ið nógv var fingið, at um farið varð til gongu, tá ið sólin var í eystri, var hon í vestri, áðrenn alt var uppkomið.
Í Grundstøðum var nógv at fáa í løgmanstíðini. Fyrstu ferð teir vóru har norðuri og drógu, aftaná at teir høvdu keypt Steig, fingu teir 3.000 í tali, og fyltu upp í tvey áttamannafør. Nakað nógv av stórfugli var uppií.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald