Vit hava samtykt eina nýggja rættargangslóg, nýggja lóggávu fyri løgregluna, PET v.m. Samgongan hevur eisini framt fleiri dagføringar av revsilógini.
Vit hava eisini arbeitt hart fyri at fáa eitt nýtt fongsul í Føroyum. Tað er eisini eydnast at fáa eina avtalu í lag við donsku stjórnina um hetta.
Støðan er tann, at løgtingið ikki hevur lóggávuvald á økinum.
Rættarøkið og løgreglan eru ikki yvirtikin enn.
Eg haldi, at løgreglan átti at verið yvirtikin til føroyskt sermál.
At yvirtaka hetta øki krevur sjálvsagt stórar fyrireikingar, og hetta verður ikki gjørt eftir einum degi. Tað er týdningarmikið, at ein møgulig yvirtøka fer fram á forsvarligan hátt.
Føroya Politistafelag upplýsir, at í 2012 – fyri 10 árum síðani – tá fólkatalið var 48.178 vóru 114 politistar í Føroyum. Í dag er fólkatalið 54.081, og nú eru 106 politistar í Føroyum. Tað vil siga, at samstundis sum fólkatalið er vaksið við góðum 12 % er talið á politistum minka við 7 %.
Eisini upplýsir Føroya Politistafelag, at løgreglan hevur stórar trupulleikar við KT-samskiftinum, tí Føroyar ikki eru at meta sum trygt 3. land.
Fyri mær er tað heilt óskiljandi, at talið av føroyskum løgreglufólki skal vera lækkað í mun til fólkatalið, og tað er eisini púra óskiljandi, at føroyska løgreglan skal hava trupulleikar av KT- samskiftinum.
Eisini á KT-økinum hevur sitandi samgonga gjørt umfatandi broytingar.
Í 2020 samtykti løgtingið eina nýggja dátuverndarlóg. At Føroyar ikki eru trygt 3. land er beinleiðis skeivt, tí við nýggju dátuverndarlógini bleiv tryggjað, at Føroyar eru trygt 3. land.
Annars er løgreglan ein ríkismyndugleiki, og innanhýsis samskifti átti ikki at verið nakar trupulleiki.
Fólkaflokkurin ætlar sær á Fólkatingi at virka fyri, fáa nevndu skeivleikar í rættlag.
Vit vilja eisini syrgja fyri, at hesi viðurskifti verða tikin til umrøðu við donsku stjórnina. Tað er nevniliga soleiðis, at í samband við nýggju rættargangslógina v.m. er avtalað, at landsstýrið og danska stjórnin skulu hava eitt tættari samskifti um hesi viðurskifti.
At føroyska løgreglan eftir øllum at døma blívur niðurraðfest kann ikki góðtakast.
Christian Andreasen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald