Annað

Løgreglan koyrdi á ein bil fyri at fáa hann at steðga

Klokkan 23:50 í gjárskvøldið fekk løgreglan illgruna um, at ein persónur koyrdi fullur í Rituvík.

2025-01-04 09:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgreglan royndi at fáa hann at steðga, men førarin av bilinum koyrdi víðari. Løgreglan noyddist tí at koyra á bilin tá ið teir vóru komnir til Glyvrar, og tað hevði við sær, at førarin misti tamarhaldi á bilinum.

Førarin er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, ferðsluóhapp og ikki at gera eftir boðum frá løgregluni.

Tvey fólk vóru í bilinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder