Annað

Løgreglan gjørdi kanningar í Vágum í gjár

Trý mál vóru skrivaði.

2024-04-04 07:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Av løgreglustøðini verður sagt, at dagurin í gjár var friðaligur. Tað einasta vakthavnadi hevði at siga miðlunum fyri seinasta samdøgrið var, at løgreglan var í Vágum í gjár og gjørdi kanningar.

Eitt bygnaðarbroytt prutl koyrdi 58 km/t, og sambært lógini skal tað ikki koyra skjótari enn 30 km/t.

Ein var tikin fyri at tosað í handhildnari telefon meðan viðkomandi koyrdi.

Í triðja málinum var ein máldur at koyrda 101 km/t á landsvegi, og tað gevur eitt klipp.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder