2026-03-28 08:15
Nú um ein lítlan tíma hevur Aksel V. Johannesen, sum er sitandi løgmaður, avtalað fund við Bjørt Samuelsen, sum er løgtingsforkvinna til nýggja løgtingið tekur við.
Á fundinum fer løgmaður, at handa løgtingsforkvinnuni umbøn um at verða loystur úr starvi.
Bjørt Samuelsen sigur í morgun, at hon fer síðani at kalla forfólkini í flokkunum til ráðførslu um hvønn tey peika á sum samráðingarleiðara.
Tey koma á fund ein og ein, eftir floksstødd. Teir fundirnir byrja kl 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald