2022-09-20 07:32

Týsdagin luttekur løgmaður, saman við flestu av heimsins leiðarum, til setanina av aðalorðaskiftinum í ST.
Umframt at luttaka í øðrum tiltøkum og fundum í samband við aðalfundinum, er ætlanin eisini, at løgmaður skal vitja virkið hjá Bakkafrost í New Jersey.
Hetta er fyrsta ferðin, at Bárður á Steig Nielsen løgmaður luttekur á ST-aðalfundi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald