Politikkur

Løgmaður á fundi við norðurlendsku løgmálaráðharrunum

Løgmaður er í hesum døgum í Norra á fundi við norðurlendsku løgmálaráðharrunum.

2022-06-22 07:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Á fundinum vóru felags avbjóðingarnar, sum londini hava á rættarøkinum umrødd. Serliga økini, seksuel brotsverk, brotsverk á netinum og skipaði brotsverk vóru viðgjørd.

”Eg haldi at tað er týdningarmikið at vit í norðanlondum samstarva og læra av royndunum hjá hvørjum øðrum. Tó er avgerðandi, at vit í Føroyum finna loysnir sum hóska til okkara samfelag.”, sigur Bárður á Steig Nielsen

Lóggávan og revsingin innan seksuel brotsverk er lík í londunum, og semja var um at tað týdningarmiklasta nú er at upplýsa og stimbra eini hugburðsbroyting um at øll hava rætt til kynsligan sjálvsavgerðarrætt.

Eisini umrøddu ráðharrarnir vaksandi talið av brotsverkum á netinum og í hesum sambandi týdningin av góðari KT-trygd. Semja var um at norðurlond eiga at samstarva fyri at forða fyri og basa brotsverkum á netinum.

Á fundinum greiddu hini norðurlondini frá teirra trupulleikum við bandabrotsverkum og organiseraðum brotsverkum. Í hesum sambandi vísti løgmaður á, at vit hava sæð ein vaksandi trupulleika við rúsevnum í Føroyum, og at føroyingar sum sita dóm í donskum fongsli eru í størri vanda at koma í samband við bandar og organiseraðan kriminalitet. Tí er tað eitt framstig at avgjørt er at byggja nýtt fongsul í Føroyum, so føroyingar ikki noyðast av landinum at sita dóm.

Mynd: Løgmaður saman við norðurlendsku løgmálaráðharrunum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder