Politikkur

Løgmaður á Bakkafrosti í New Jersey

Í gjár vitjaði løgmaður virkið hjá Bakkafrosti í New Jersey. Síðani 2018 hevur føroyska alifyritøkan havt eina sølu- og framleiðsludeild í USA. Hanus Jacobsen, ið er leiðari fyri sølu- og framleiðsludeildina, greiddi frá virkseminum hjá Bakkafrosti í USA.

2022-09-20 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

“Føroyski útflutningurin er í løtuni í einari broytingartíð. Okkara útflutningur eystureftir er minkaður. Tað hevur tí stóran týdning at styrkja og menna bæði verandi og nýggjar marknaðir. Við bøttu flutningsmøguleikunum og einum alsamt vaksandi eftirspurningi úr USA, vænti eg, at føroyski útflutningurin til USA fer at vaksa komandi árini,” heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Løgmaður og Hanus Jacobsen, leiðari á søludeildini hjá Bakkafrost í New Jersey

Løgmaður og Hanus Jacobsen, leiðari á sølu- og framleiðsludeildini hjá Bakkafrosti í USA.

Løgmaður fekk høvið at síggja virksemið hjá virkinum hjá Bakkafrosti í New Jersey.

Løgmaður var í gjár eisini á fundi við danska ST- sendimannin í New York, Martin Bille Hermann. Partarnir umrøddu russisku innrásina í Ukrainu, sum fer at seta sín stóra dám á ST-aðalfundin í ár. Eisini var støðan í Arktis á skránni. Tað er ikki óhugsandi, at Arktis komandi árini fer at fylla meira á dagskránni hjá ST.

Martin Bille Hermann, danskur ST-sendimaður, og løgmaður.

Mánakvøldið var móttøka á danska skúlaskipinum, sum í løtuni liggur í New York. Á móttøkuni vóru bæði politikarar og vinnulívsfólk.

Í dag verður Bárður á Steig Nielsen saman við flestu av heimsins leiðarum hjástaddur, tá ið aðalorðaskiftið í ST byrjar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder