Lýsing

Løgfrøðingur til Fólkaheilsustýrið

Starv sum løgfrøðingur til Fólkaheilsustýrið er leyst at søkja við starvssetan eftir nærri avtalu.

2024-03-19 07:32 Author image
-
placeholder

Fólkaheilsustýrið

Fólkaheilsustýrið umsitur Løgtingslóg nr. 77 frá 6. mai 2022 um Fólkaheilsustýrið. Høvuðsuppgávan hjá stovninum er at skipa heilsufakliga økið í Føroyum og veita granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum.

Fólkaheilsustýrið umsitur m.a. tilbúgvingina í føroyska heilsuverkinum og ger vegleiðingar til heilsulóggávu og tilmæli til myndugleikar og stovnar. Fólkaheilsustýrið umsitur somuleiðis farsóttarøkið við støði í farsóttarlógini og kunngerðum við heimild í farsóttarlógini.

Arbeiðsuppgávur

  • Fyrisiting innan tey málsøki, sum Fólkaheilsustýrið varðar av.
  • Tilevna vegleiðingar og leiðbeiningar til heilsulóggávu
  • Fyrireiking av málum til støðutakan eftir galdandi lóggávu
  • At veita leiðslu og starvsfólkum í Fólkaheilsystýrinum ráðgeving og vegleiðing
  • Fyriskipa hoyringar – og viðgera hoyringssvar í sambandi við broytingar á farsóttarøkinum.
  • Arbeiða við kunngerðum og mannagongdum í sambandi við farsóttarlógina.
  • Ymsar innanhýsis løgfrøðiligar uppgávur

Førleikakrøv

  • Løgfrøðiligt kandidatprógv – cand.jur.
  • Góð samstarvsevni, ert ábyrgdarfull/-ur, røkin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Dugir at orða teg væl í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum.
  • Ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur
  • Megnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og samstarva/samskifta nógv við onnur, bæði innan- og uttanhýsis
  • Áhugi fyri fakøkjunum, sum Fólkaheilsustýrið fevnir um
  • Royndir innan almenna fyrisiting eru ein fyrimunur

Vit bjóða

  • Áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har týdningarmiklar avgerðir verða tiknar
  • Møguleikar fyri fakligari menning
  • Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á góðan trivnað

Lønar og setanartreytir
Starvið er fulla tíð. Arbeiðsstaðurin er Eirargarður2, 2. hædd í Tórshavn.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Tann, ið sett/ur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Umsókn
Umsóknir til starvið skulu sendast til

Fólkaheilsustýrið
Eirargarður 2, 2. hædd
100-Tórshavn

ella við telduposti til: 
[email protected]

Umsóknir við avriti av prógvi, lívsrensli og møguligum viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 5. Apríl 2024Meira fæst at vita við at venda sær til Bjarna á Steig, stjóra, á tel. 233070 ella [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder