Vinna

Lív gjørdi tvey sleip í gjár

Tveir bátar fingu í gjár motortrupuleikar

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2023-03-12 09:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 10:50 í gjár fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein útróðrarbátur hevði fingið motortrupuleikar í Sandshavinum.

Boð blivu send eftir bjargingarbáturinum Lív.

Klokkan 11:16 fekk MRCC støðin aftur eina fráboðan um, at ein bátur hevði fingið motortrupuleikar. Tað var eitt áttamannafar, sum var útfyri Glyvursnes. Lív ið var tætt við bátin sleipaði hann á Argir, og setti síðani kós móti útróðrarbátinum í Sandshavinum.

Lív var hjá útróðrarbátinum klokkan 13:20, og sleipaði hann inná Sands har teir komu um 16 tíðina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder