Mentan

Lions Club í Müllers Pakkhúsi

Freistin nærkast at lata listaverk til árligu listaframsýningina hjá Lions Club Tórshavn í Müllers Pakkhúsi í Havn á ólavsøku. Allur ágóðin fer til vælgerandi arbeiði við børnum og ungum, og enn er pláss fyri nøkrum listaverkum.

2024-07-17 10:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Nú stundar til ólavsøku, har eitt av føstu innsløgunum er stóra listaframsýningin í Müllers Pakkhúsi, har ólærd og sjálvlærd listafólk sýna fram sýni verk. Hetta er samstundis ein søluframsýning, har allur ágóðin fer til vælgerandi endamál.


Í ár hevur Lions Club Tórshavn gjørt av, at ágóðin ikki fer til nakran ávísan felagsskap, men til vælgerandi arbeiði við børnum og ungum sum heild. Tí verður lagt upp til, at fólk eru vælkomin at koma við góðum uppskotum ella umsóknum um stuðul, ið svara til endamálið.


Freistin at melda seg til ólavsøkuframsýningina í Müllers Pakkhúsi er sunnudagin 21. juli, og nærri kunning sæst á www.lions.fo ella á www.facebook.com/lionstorshavn. Leinkja til tilmeldingarskjalið er https://lionstorshavn.wufoo.com/forms/p1ajjdth08le2f3.


Ólasøkuframsýningin hesaferð letur upp seinnapartin leygardagin 27. juli og heldur síðan fram alla ólavsøkuna, líka til týsdagin 30. juli. Leygardagin er opið klokkan 16-20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14-20, og týsdagin er opið klokkan 16-20.




MYNDATEKSTUR:


Sum vant, er stórur áhugi fyri at sýna fram listaverk á stóru ólavsøkuframsýningini í Müllers Pakkhúsi, sum Lions Club Tórshavn skipar fyri. Freistin at melda seg til er úti sunnudagin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder