Politikkur

LÍMIÐ Í VÆLFERÐARSAMFELAGNUM

Góðu elskaðu tit øll! Virðir og vælferð eru samanhangandi. Virðini eru fundamentini og vælferðin er bygningurin. Ektaði virðir eru sostatt grundarlagið undir einum sunnum og haldgóðum vælferðarsamfelag.

2022-12-08 07:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ein frálíkur og einfaldur háttur, ið skjótt avdúkar um virðini bera vælferðina t.e., um fundamentini bera bygningin, er viljin, at broyta verandi fosturtøkulóg til bert at fevna um fosturtøku, tá lív stendur móti lívi. Verður tann viljin eitt hjartamál í sinninum hjá tjóðini, tá fáa vit eitt nógv betri og tryggari samfelag enn vit hava í dag.


Hinvegin, er tann viljin ikki til staðar, tá støkka fundamentini og bygningurin raplar niður. Tí fundamentini ella virðini rotna innanífrá. Orsøkin er tann, at skeiv virðir mangla evnini, ið forða fyri roti í samfelagnum. Og tað viðførir, at grundvøllurin (fundamentini) vinglar og allur bygningurin (vælferðin) skrædnar til endans.


Liberalistarnir og serliga tey progressivu vísa mangan til grannalondini, sum góðar fyrimyndir. Eg sigi bara: “Vakna og vælkomin í desember 2022!” Hygg eftir mongu og samansettu sjúkueyðkennunum í Svøríki, Noregi og Danmark í dag. Orsøkin til tað er eitt moralskt fráfall í kristnum og etiskum virðum. Tey góðu virðini eru jú límið í vælferðarsamfelagnum. Tí verður bygningurin (vælferðarsamfelagið) ikki standandi í okkara grannalondum heldur. Tíverri!


Latum okkum í Føroyum gera tað einasta, sum rætt er. T.e. at verja ófødda barnið. Og soleiðis blíva ein fyrimynd í kristiligum og etiskum virðum fyri okkara skjótt fallandi grannalond.


Valið er okkara. Eg fái ikki hjálpt nógv meira beint nú enn, at siga tykkum sannleikan. Og hjálp mín til at skriva hesar fáu reglurnar til mínir elskaðu landsmenn kemur so avgjørt frá Harranum.


Kærar heilsur

Ragnar Ludvig

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder