Politikkur

LIGGJA VATNRØTT Í LUFTINI – FYRI AT YVIRTAKA LOFTRÚMIÐ

Eftir at flogvøllurin í Vágum varð yvirtikin á várið í 2007, hevur til hvørt valstríð verði nógv tosað og skrivað um yvirtøku av loftrúminum í økinum runt Føroyar – enn hevur hetta bara verið politiskt valagn, tí enn standa vit í stað.

2022-12-04 22:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit síggja dagliga á Flightradar og til tíðir við berum eygum her vesturi, ta stóru flogferðslu yvir og nærhendis okkara oyggjum.


Nógv av flogferðsluni frá miðevropa til USA fer eftir stór-sirklinum her um okkara leið. Hetta verður gjørt fyri at stytta um ta longu leið yvir hav, og harvið spara tíð, brennievni og ikki minst, fyri at spara pening fyri flogferðslugjald.


Flogfeløg rinda eitt ávíst gjald fyri hvønn kilometur teirra flogfør flúgva í einum hvørjum flogrúmið. Styttri leiðin er, minni er at rinda í flogferðslugjaldið. Við at taka flogrutuna um okkara leiðir, verður túrurin styttur, og tí verður tað bíligari at flúgva hjá flogfeløgunum.


Í dag verður føroyska loftrúmið umsitið av íslendskum myndugleikum. Hetta avgjørdi Danmark í 1974. Sáttmáli varð gjørdur ímillum Ísland og Danmark, og Føroyar sita eftir sum triði partur - uttan ávirkan og uttan ágóðar. Tað sigst, at býtið er 60/40 millum Ísland og Danmark. Vinningurin er trupul at vísa á, tí sbrt. Altjóða ICAO sáttmálanum um umsiting av loftrúmið, so er ikki loyvt at hava vinning, við at umsita eitt loftrúm.


Vit hoyra um hundraðtals milliónir, ið verða deildar út til Ísland og Danmark, men hvussu hongur tað saman við, at ikki er møguligt at hava vinning við at umsita eitt loftrúm? Orsøkin er tann, at hesin vinningurin einans kann nýtast til íløgur og rakstur til tað, ið hevur beinleiðis við umsiting av loftrúminum at gera. Stórir menningarmøguleikar eru sostatt fyri føroyska samfelagið, við at taka loftrúmið undir føroyskt ræði.


Um loftrúmið var á føroyskum ræði, hevði hetta verið ein upplagdur møguleiki til eyka inntøkur til landið, tí møguligt er at fáa fígging frá ICAO til at gera íløgur í tænastur, ið hava beinleiðis við loftrúmið at gera – alt frá eftirlitsútgerð til bjargingarútgerð og til menning og útbúgving av starvsfólkið. Við hesum er hugsandi, at vit fáa fleiri vitanartung størv og fleiri tænastur, ið somuleiðis eru við til at økja um inntøkurnar til landi, og um tryggleikan í luftini og á havinum.


Aftur til hetta valið, verður loftrúmið nýtt sum valagn. Føroyskur loftferðslumynduleiki skal setast á stovn og loftrúmið skal yvirtakast sum skjótast, tí peningin skulu vit hava..


Sjálvandi eri eg samd í, at hetta átti at verið gjørt sum skjótast. MEN tað er ikki bara sum at siga tað at yvirtaka loftrúmið, og eg haldi, at tað er uppá sítt pláss, at vit sum (framtíðar) politikarar lurta eftir fólkið, ið hava servitan á økinum.


Tað verður ikki góðtikið, at eitt loftrúm verður yvirtikið frá degi til dags. Tað eru fleiri altjóða krøv til eina tílíka yvirtøku, tí mugu tankarnir aftanfyri eina yvirtøku verða ómetaliga væl lýstir og skipaðir. Flogferðsla í síni heild, hevur ómetaliga strong krøv og tað er nógv skjalprógv, ið skal til, fyri at vit kunnu vísa á, at vit eru tilreiðar at taka ábyrgd av loftrúmið okkara.


Alneyðugt fyri, at ein tílík yvirtøka skal eydnast er, at hetta verður gjørt skipað. Tað er nógv arbeiði aftanfyri, ið má gerast fyrst. Tað er ikki einans ein politisk viðgerð, ið skal til. Fólkið, ið skal sita við arbeiðinum, hevur nógv at fyrireikað.


Á hesum økinum eru nógvir yvirskipaðir spurningar, ið mugu at verða loystir, áðrenn sjálv yvirtøkan í roynd og veru kann fremjast.

Tað fylgja nógvar altjóða skyldur við eini tílíkari umsiting, nógv altjóða lógarkrøv og reglugerðir í smb. Við tílíka umsiting.


Samstundis mugu samráðingar byrjast saman við avvarðandi myndugleikum á økinum, áðrenn vit kunnu avgera, at nú skal yvirtakast. Samráðast má við myndugleikar, ið eru ráðandi á økinum í dag – bæði ICAO og danska Trafikministeriet.


Samráðast má fyrst og fremst um nakað so týdningarmikið, sum at avgera víddina á einum møguligum føroyskum loftrúmi (FIR – Flight Information Region). Tað er eitt tað mest grundleggjandi vit mugu fáa skjalfest, áðrenn vit rópa um yvirtøku.


Føroyar hava í dag eitt lítið loftrúm, ella flogferðsluøki, ið verður nevnt TIZ (Traffic Information Zone). Hetta øki er í stødd, ein diametur á 60 fjórðingar úr Nólsoynni, í hædd bert upp til 7500 fót.

[object Object]

Í hesum øki hevur tornið á flogvøllinum ábyrgd. Ábyrgd av at geva flogførum og tyrlum kunning um veður og ferðslu. Tað verður seg, tá flogfør koma ella fara frá Vága Floghavn, men eisini í samband tyrluflúgving í rutu, og við bjarging og leiting (search and rescue, SAR).


Tænastan í torninum á flogvøllinum (AFIS tænasta) hevur øll árini – eisini eftir at yvirtøkan av flogvøllinum varð framd á vári 2007 – verið rikin av danska statsliga felagnum Naviar.


Tá Tjóðveldi seinast var í samgongu 2015 – 2019, varð gjørd ein roynd at fáa hesa tænastu á føroyskar hendur. Ein avtala varð gjørd í 2017, millum landsstýrið og danska Trafikministeriet um heimtøku av tænastuni hjá torninum á flogvøllinum (nevniliga AFIS – tænastuni).


Fyrireikingarnar fóru í gongd til heimtøku og miðja varð eftir at fáa hetta framt í 2019. Hart varð lagt út og sambært einum tíðinda stubba á alnótini, fingu tveir føroyskir AFIS næmingar prógv í 2019, ið høvdu tikið útbúgvingina í Føroyum.

Eftir at nýggj samgonga millum Sambandið, Fólkaflokkin og Miðflokkin varð skipa í 2019 sær út til, at ætlanin tíverri ikki kom á mál.

Spell at man ikki kom á mál við hesum, tí hetta kundi verið byrjanin til, at vit í Føroyum fingu møguleikan at hava fáa til vega meiri serkunnleika á flogferðslu økinum, ið kundi verið brúkt í arbeiðinum, ið skal til fyri at yvirtaka føroyska loftrúmið.


Tað eru nógv umfatandi samstørv, ið skulu til fyri at fara undir eina tílíka yvirtøku. Fyrst og fremst við fólkið á loftferðsluøkinum í Føroyum í Føroyum. Har afturat koma samstørv við aðrar loftferðslumyndugleikar.

Arbeiði við at yvirtaka føroyska loftrúmið má gerast skipað og skal somuleiðis mennast líðandi.


Um smá tvey ár verða Føroyar og Atlantic Airways Aviation Academy miðdepil fyri framkomnum tyrlusimulatorvenjingum, við staðseting her vesturi í Sørvági. Hetta er eitt risa framstig í flogferðsluverðini, serliga í Føroyum. At vit megna innan flogferðsluøkið er ikki nýggjheitir. Vit hava flogið á egnum veingjum í skjótt 35 ár, síðani 1988. Síðani 2005 hevur tyrlutænastan á flogvøllinum skúla starvsfólk og hildið teirra egnu flúgving við líka. Í 2010 varð skúlin víðkaður til eisini at fevna um flogfør. Tað merkir, at síðani 2005 og 2010 hevur Atlantic Airways útbúgvið síni egnu fólk. Eisini varð farið frá at brúka útlendskar undirvísarar, so nú brúkar Atlantic Airways bert síni egnu fólk sum undirvísarar og próvdómarar.


Vit hava allar tær viðkomandi royndirnar, ið skulu til - á flogferðsluøkinum úti á flogvøllinum og eisini í okkara egnu flogvinnu.


Um vit hugsa um hesa heildina, so er tað ógvuliga náttúrligt, at vit við okkara royndum, vitan og nú eisini skúla, eisini fáa føroyska loftrúmið á egnar hendur.


Tað er einasta rætta stig á vegnum í menningini.


Ásla Leila B. Johansen

Valevni hjá Tjóðveldi


X við Áslu Leilu


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder