Mentan

Leygardagin verður Føroya vakrasta hálvmaraton

.

2024-09-06 14:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin verður Føroya vakrasta hálvmaraton

Leygardagin 7. september verður árliga tiltakið hjá Ítróttarfelagum Frælsi. Hetta er 11 ferðin skipað verður fyri Føroya vakrasta hálvmaraton, har runnið verður í Gásadali til Sandavágs. Nærum 700 luttakarar fara tá at ganga ella at renna teinin á 21.0975 km. 

#FVHM er eitt heildagstiltak. Tað er veitsludámur her vesturi, rutan er einastandandi vøkur og á túrinum er livandi tónleikur við legendunum Sámal og Jóan Jakku uttanfyri Magn, og Betri hevur fingið DJ Antony Charles at diska uttanfyri bankan, umframt at tey bjóða kaffi og kaku. Tá komið verður á mál við kirkjuna í Sandavági, er tað DJ Haraldsen, sum fer at diska og seta dám á stemningin á málinum. Aðrastaðni seta ymiskir Frælsi vinir playlistar frá ymsastaðni á rutuni. 

Luttakarafjøldin er fjølbroytt, heilt frá ídnastu rennaranum vit hava, til tey, sum njóta ein gongutúr og allar variatiónir har ímillum; fleiri arbeiðspláss luttaka, bólkar av vinfólki, pør, bindiklubbar og so framvegis. Eitt ávíst luttakaratal eru útlendingar og hetta setir sín dám, tá tú kemur móti málinum við flaggrøðini Vága kommuna setur upp á hvørjum ári. Higartil eru luttakarar frá 12 ymiskum londum sum koma at renna úr Gásadali til Sandavágs.

Tú stuðlar tá tú luttekur í Føroya vakrasta hálvmaraton

Eins og undanfarin ár fara 100 kr av luttøkugjaldinum hjá gangarum til Krabbameinsfelagið og rennarar kunnu velja at stuðla eisini tá tey teir tekna luttøku. Vit kunnu longu við vissu siga at kr. 40.000,- verða lætnar til Krabbameinsfelagið fyri FVHM2024.

Ítróttarfelag Frælsi letur eisini altíð stuðul til Beran í sambandi við #FVHM. Berin er sorgarbólkur fyri børn, ið hava mist ein av sínum nærmastu. 

Gásadalstunnilin og Vatnavegurin stongdir

Fyri trygdina hjá teimum, sum luttaka, verður Gásadalstunnilin stongdur frá kl. 9.45 til kl. 11.30 og Vatnavegurin frá kl. 11.30 til kl. 13.00. Frá kl. 13.00 til 14.00 verður skipað konvoykoyring frá rundkoyringini við FK í Miðvági til flogvøllin. 

Koma á mál við Sandavágs kirkju

Øll, sum hava teknað seg til FVHM2024 møta í ítróttarhøllini á Giljanesi, har startnummar verður heintað, og síðan verða luttakararnir førdir við bussum frá Giljanesi til Gásadals. Tey, sum luttaka við at ganga túrin fara kl. 9.00 og ímeðan tey sum skulu renna fara frá Giljanesi kl. 10.00. Skotið verður í gongd kl. 10.00 hjá gangarum og kl. 11.00 hjá rennarum í Gásadali.

Tá komið verður á mál við Sandavágs kirkju, fáa øll tey sum hava gjøgnumført teir 21.0975 km eitt heiðursmerki fyri luttøku skapað sum Vágar, har rutan runnið ella gingið hevur verið eisini er markerað. Myndaboksin verður eisini til staðar á málinum, stuttligt at hava eina mynd at minnast afturá, allar myndirnar verða lagdar á facebook síðuna hjá Ítróttarfelagnum Frælsi. Aftaná verður boðið til ein miðmála, á Giljanesi, við laksi frá Hiddenfjord, og heima bakstur afturvið kaffi sum ein hópur av sjálvbodnum hava staðið fyri.

Veðrið sær út til at fara at vera við okkum aftur í ár, so hetta verður ein góður dagur!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder