Annað

Leiting í gongd ímillum Syðradal og Velbastað

Dagføring kl. 22:20: Løgreglan upplýsir nú, at uppgávan er loyst. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn hevur ikki meira at leggja afturat í løtuni.

Mynd: Vikmar

Mynd: Vikmar

2023-01-02 21:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Portal.fo skrivar:

Politi, sløkkilið, bjargingarbátar og tyrla hava verið í økinum kring Syðradal

Nógvur útrykningur var á Velbastaðvegnum fyrr í kvøld við kós móti Syðradalsvegnum. Seinni kom tyrla og eisini bjargingarbátarnir Rescue Lív og Sverri og Tjaldri hava verið í økinum.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini váttaði fyrr í kvøld, at tey vóru úti til eina hending, men kundi ikki siga meira tá.

Nú beint fyri klokkan níggju, var heldur einki at frætta av politistøðini.

Sum skilst verður leitað eftir einum manni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder