Politikkur

Leingja serskipanina fyri elbilar

Einki skrásetingargjald skal rindast av elbilum í 2023 og 2024, og skipanin við MVG-afturbering verður longd.

2022-10-04 13:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


 

Serliga skipanin, sum skuldi fáa føroyingar at leggja seg eftir meira umhvørvisvinarligum loysnum, tá ið teir keypa bil, heldur fram tvey ár afturat. 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Uni Rasmussen, hevur lagt tvey lógaruppskot fyri Løgtingið, sum skulu leingja skipanina við ávikavist MVG-afturbering og frítøku fyri skrásetingargjald á elbilum. 

 

Onki skrásetingargjald 

Hetta hevur í stuttum við sær, at skrásetingargjald ikki skal gjaldast fyri el- og vetnisakfør í 2023 og 2024. Frá 2025 verður skrásetingargjaldið stigvíst sett í gildi aftur.  

Skipanin við afturbering av meirvirðisgjaldinum verður eisini longd. Tað hevur við sær, at keyparar av elbilum komandi tvey árini fáa upp til 70.000 krónur av MVG´num á bilinum afturrindaðar. Frá 2025 verður afturberingin av meirvirðisgjaldinum stigvíst minkað og fellur burtur í 2028. 

MVG-afturberingin fyri plug-in hybrid bilar heldur fram óbroytt sum í dag. Tað merkir 70.000 kr. í MVG afturbering í 2022 og 35.000 kr. í 2023 og 2024. Frá 2025 verður ongin MVG afturbering fyri plug-in hybrid bilar. 

 

Í tráð við veðurlagspolitikk 

Uppskotini um at leingja serskipanina fyri umhvørvisvinarligar bilar eru í tráð við samtykta veðurlagspolitikkin, sum mælir til fleiri átøk at skunda undir orkuskiftið í Føroyum. 

Veðurlagsnevndin hjá ST, Intergovernmental Panel on Climate Change (IPCC), mælir til at skerja samlaða útlátið av veðurlagsgassi í heiminum við 45% í 2030. Stovnurin mælir eisini staðiliga til, at heimsins lond ikki hava meira útlát í 2050 enn trø, plantur og hav kunnu upptaka.  

Gongd er komin á søluna á elbilum, men landstýrið metir, at tað framvegis er neyðugt at stuðla fólki fíggjarliga til at velja umhvørvisvinarligar loysnir. Tí er gjørt av at leingja skipanina við MVG-afturbering og frítøku fyri skrásetingargjald.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder