Lýsing

Leiðari til Sóljugarð

Vága kommuna leitar eftir einum dugnaligum og sjónligum leiðara at standa á odda fyri Sóljugarði.

2023-09-09 11:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um tú dugir væl við fólki og samstundis dámar væl at møta børnum, foreldrum og starvsfólkum, so er hetta kanska dreymastarvið hjá tær.

Sóljugarður er eitt spennandi arbeiðspláss, og tað starvast um 25 fólk í stovninum. Í Sóljugarði eru tríggjar vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og ein stova til tey seks ára gomlu. Sum leiðari í Sóljugarði kemur tú eisini at arbeiða saman við leiðsluni í Miðgarði, dygdartoyminum og námsfrøðiliga ráðgevanum hjá Vága kommunu um, at menna og framtíðartryggja tænastustøði fyri barnagarðsøki í Vága kommunu. Harumframt kemur tú at hava virknan leiklut í tvørfakligu verkætlanini “Saman um barnið”, sum er ein verkætlan har kommunurnar í Vágum og stovnar hjá landinum arbeiða saman um, at tað skal gerast betri at vera barn í Vágum sum heild.

Sum ovasti leiðari fyri Sóljugarð fært tú møguleikan at seta tín persónliga dám á stovnin og leiðsluna á stovinum. Samstundis fært tú leysar teymar at skipa arbeiði á stovninum, júst sum tú kanst hugsa tær. Tú fært sostatt høvuðsábyrgdina av Sóljugarði við beinleiðis tilvísing til kommunustjóran í Vága kommunu, og harvið fært tú stóra ávirkan á, hvussu Sóljugarður verður rikin.

Høvuðsuppgávurnar eru m.a. at leiða starvsfólkini, at menna námsfrøðiliga virksemi, at tryggja eina fullgóða fíggjarstýring, at skapa gott samband og samstarv við foreldrini, umframt fleiri aðrar spennandi uppgávur. Nærri lýsing av starvinum, førleikakrøvum, setanartilgongd o.ø. síggjast í leiðaraprofilinum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder