Lýsing

Leiðari til Barnaverndartænastuna í Vágum

Vit leita eftir einum framsøknum liðskipara at leiða barnaverndartænastuna í Vágum, sum megnar at fremja gott og jaligt samstarv, og við fakligum nærlagni kann mynda barnaverndarøkið. Afturfyri bjóða vit eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum, fakliga sterkum starvsfólkum, sum saman við tær hvønn dag gera mun og skapa úrslit.

2023-08-24 14:58 Author image
-
placeholder

Endamál og uppgávur hjá barnaverndartænastuni
Endamálið við barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn, sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða heilsu teirra og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan rættstundis, og harvið at hjálpa til ein tryggan uppvøkstur.

Leiðarin myndar, saman við starvsfólkunum, sosialfakliga og fyrisitingarliga profilin hjá barnaverndartænastuni. Høvuðsuppgávurnar hjá leiðaranum eru m.a.:
• at fyrisita Barnaverndartænastuna fakliga, umsitangarliga og fíggjarliga dygt, soleiðis at hon støðugt er dagførd og virkar í samsvari við galdandi lógir og reglur, og heldur játtanina.
• at raðfesta tíðina væl ímillum at menna, samskifta og málsviðgera
• at fyrireika mál og tryggja Barnaverndarnevndini fakliga væl undirbygd tilmæli
• at ganga á odda, fylgja við og kunna seg um ta menning, sum fer fram á økinum
• at tryggja fakliga menning, trivnað og tvørfakligt samstarv í barnaverndartænastuni
• at mynda Barnaverndartænastuna úteftir í fakligum samstørvum og fundum
• at hava ábyrgd av SSP-samstarvinum
at hava virknan leiklut í verkætlanini “Saman um barnið”


Førleikakrøv
Barnaverndartænastan í Vágum væntar, at umsøkjarin hevur:
• Viðkomandi útbúgving innan sosialfakliga økið, ella samsvarandi royndir
• Royndir við fyrisiting, og royndir við leiðslu kunnu vera ein fyrimunur
• Evnini at seta út í kortið, skapa meining fyri starvsfólkunum og fremja sjónliga leiðslu
• Empatiskt lyndi í samstarvinum við starvsfólk, børn og foreldur, eins og dirvi at skera ígjøgnum, tá umstøðurnar krevja tað
• Evnini at málbera seg skilliga og at fáa boðskapin fram; og evnini at tryggja opið og mennandi samstarv innanhýsis, við samstarvspartar og umhvørvið barnaverndartænastan virkar í

Setanar- og lønarviðurskifti
Leiðarin vísir til formannin í samstarvsnevndini fyri Barnaverndartænastuna í Vágum.
Starvið er full tíð og verður sett skjótast til ber. Starvsstaðurin er á kommunuskrivstovuni hjá Vága kommunu í Sandavági.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v.. revsiváttan og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:

Vága Kommuna
Hammershaimbsvegur
FO 360 Sandavágur
ella til teldupostadressuna: [email protected]

Umsóknin skal vera Vága kommunu í hendi í seinasta lagi 12. September 2023 kl. 12.00.

Fleiri upplýsingar
Ynskir tú fleiri upplýsingar um Barnavernartænastun í Vágum og starvið, ber til at ringja til  Eyð Ellingsgaard, forkvinnu í samstarvsnevndini á tlf. 233200 ella Bjarna Prior, næstforman í samstarvsnevndini, á tlf. 794410

Sørvágs og Vága kommunur reka felags barnaverndartænastu sambært lóg um barnavernd. Barnaverndarumsitingin er skipað sum sjálvstøðug eind við leiðara, ið hevur ábyrgd av fakligu, starvsfólkligu og umsitingarligu leiðsluni. Leiðarin vísir til formannin í samstarvsnevndini fyri Barnaverndartænastuna og hevur starvsstað í Vága kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder