Mett verður eisini, at hetta kemur at svara til eina minking í eini 28 tonsum av CO² útláti árliga frá Leguhúsinum, sum brúkar eini 50.000 litrar av olju um árið.
Gomlu rútarnir, ið eru frá tá Leguhúsið varð bygt, eru ein stórur orkuslúkur í Leguhúsinum í dag. Við at skifta verður bjálvingin munandi betur og harvið orkunýtslan minkað nógv. Metta sparingin er ein konservativ meting, tí her er hædd ikki tikin fyri teimum mongu rútunum, sum eru punkteraðir umframt at bjálvingin rundan um vindeyguni er vánalig.
Samlaði kostnaðurin fyri arbeiðið liggur um 1 mió. kr. Hetta umfatar eisini stóru glas-fasaduna í matarsalinum, har tað nú verða færri sprossar og munandi betur útsýni oman ímóti spæliplássinum og hylinum.
Einstaklingar ella fyritøkur, ið vilja vera við til at stuðla hesum, kunnu flyta eina gávu á konto 9181-120.251.2 og viðmerkja ‘stuðul til vindeygu’.
Hetta er eitt av fleiri ætlaðum átøkum fyri orkusparingar í Leguhúsinum. Ein orkubólkur við serfrøðingum gjørdi í vár eitt drúgt kanningararbeiði – sjálvboðið – við ítøkiligum tilmælum til at minka um orkunýtsluna og somuleiðis at minka um CO2 útlátið í Leguhúsinum í Nesvík.
Arbeiðið við at taka gomlu rútarnar úr byrjaði tíðliga í morgun, og áðrenn kl. 9 vóru longu tríggir rútar tiknir úr. Arbeiðið at skifta allar rútarnar væntast taka um 5-6 vikur, um veðrið loyvir tí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald