Politikkur

Landsstýrismaðurin vitjaði á Nofima og á Norges Arktiske Universitet

-

2025-01-30 09:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Dennis Holm, landsstýrismaður, er í hesum døgum á ráðstevnuni Arctic Frontiers í Tromsø. Í tí sambandi hevur eisini verið vitjað á granskingar- og menningarstovninum Nofima og á Norges Arktiske Universitet í Tromsø.


Sera áhugaverd vitjan á Nofima

Granskingar- og menningarstovnurin Nofima hevur í mong ár arbeitt miðvíst við gransking í góðsku, menning, nýskapan og virðisøking av fiski.

Landsstýrismaðurin vitjaði Nofima saman norska fiskimálaráðharranum Marianne Sivertsen Næss, har greitt varð frá virkseminum á stovninum og ítøkiligum verkætlanum, sum stovnurin arbeiðir við í løtuni.

Nofima hevur eitt breitt virkisøki innan fiskivinnuna, og hevur eisini verkætlanir knýttar at alivinnuni. Greitt varð m.a. frá verkætlanum við góðsku av toski, gagnnýtslu av sil hjá toski og gagnnýtslu av laksablóði sum kostískoyti í samband við jarn-mangul.

Vit hava nógv at læra frá grannalondum okkara. Eitt av endamálunum við vitjanini á Nofima var eisini at fáa íblástur, nú skipanin við Fiskivinnuroyndum er tillagað, soleiðis at størri dentur er á gransking, menning og nýskapan, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Norges Arktiske Universitet og burðardygt laksafóður

Á vitjanini á Norges Arktiske Universitet luttók Dennis Holm, landsstýrismaður, m.a. í orðaskifti um framleiðslu av burðardyggum laksafóðri. Eitt evni, sum eisini er áhugavert í Føroyum við vaksandi krøvum um burðardygd bæði í fiskivinnuni og í alivinnuni.


Norges Arktiske Universitet er saman við vinnulívinum í nærumhvørvinum ein týðandi leikari, tá umræður at skapa betri og burðardyggari loysnir í sambandi við framleiðslu av burðardyggum laksafóðri. Hendan skipanin við samstarvi millum universitetið og vinnulívið um menning og nýskapan er nakað, sum størri dentur eigur at vera lagdur á í Føroyum, og sum Setrið eisini hevur sett á skrá í síni nýggju strategi, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder