Heilsumálaráðið gjørdi í 2020 eina eftirmeting av sjúklingaráðnum. Mælt varð til, at umskipa ráðið, við at minka talið av limum, og at áseta hvørjar uppgávur og ábyrgdir eitt framtíðar sjúklingaráð skal hava innan sjúkrahúsverkið.
Limatalið í sjúklingaráðnum er minkað úr níggju limum niður í fimm limir, fyri at gera tað meira smidligt og atkomuligt hjá ráðnum at halda fundir. Uppgávur og ábyrgdir hjá nýggja sjúklingaráðnum eru at ráðgeva landsstýrismanninum í sambandi við uppskot til løgtingslógir og kunngerðir, um uppskotini hava týdning fyri veitingar til sjúklingar, umframt at viðgera yvirskipað viðurskifti, ið hava týdning fyri veitingar til sjúklingar. Hetta merkir millum annað, at sjúklingaráðið skal gera hoyringsskriv, luttaka í arbeiðsbólkum, og hava fastar árligar fundir við landsstýrismannin.
Landsstýrismaðurin velur fimm limir í sjúklingaráðið, eftir uppskoti frá sjúklingafeløgum, sum umboða sjúklingar, ið vanliga verða viðgjørdir á sjúkrahúsunum. Tey, ið manna Sjúklingaráðið, eru:
- Jákup N. Olsen, Tórshavn – tilnevndur av Krabbameinsfelagnum
- Hilmar Augustinussen, Tórshavn (Alzheimerfelagið) – tilnevndur av MEGD
- Emil Michelsen, Øravík (Heilafelagið) – tilnevndur av MEGD
- Poula Reinert Olsen, Nes (CP Føroyar) – tilnevnd av MEGD
- Hergerð Joensen, Miðvágur (Giktafelag Føroya) – tilnevnd av Giktafelag Føroya og MEGD
Sjúklingaráðið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni og skrivara. Hetta verður gjørt á fyrsta formliga fundi, sum sjúklingaráðið hevur.
Sjúklingaráðið verður valt eftir hvørt løgtingsval. Limirnir í sjúklingaráðnum verða sitandi í ráðnum, til nýggir limir eru settir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald