Politikkur

Landsstýrismaðurin hevur játtað stuðul til tríggjar verkætlanir innan orkumøguleikar úr undirgrundini

Í fíggjarlógini fyri 2022 eru 1,8 milliónir krónur játtaðar til at útvega nýggja vitan um orkumøguleikar úr undirgrundini.

2022-07-29 11:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


Hetta er fyrstu ferð, at stuðul er markaður til verkætlanir innan orkumøguleikar úr undirgrundini.

“Vit kunnu gagnnýta grønar og varandi orkukeldur upp aftur meira, men fyrst mugu við fáa størri vitan um teir møguleikar, sum eru í undirgrundini. Landsstýrið hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu gerast grønari, og hetta er eitt stig á leiðini”, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í orkumálum.

Verkætlanir, sum verða stuðlaðar av nýggju játtanini, skulu fremjast í samstarvi við Jarðfeingi ella Umhvørvisstovuna. Stovnarnir skulu tryggja, at úrslitini gerast atkomulig hjá almenninginum, og at onnur kunnu byggja upp á ta nýggju vitanina. Landið rindar í mesta lagi helvtina av samlaða verkætlanarkostnaðinum.

Hesar verkætlanir fingu stuðul:

1.000.000 kr. er játtað til at fremja fyrsta stig av eini upphitingarskipan til kommunalar bygningar við Sjógv í Kollafirði við heita vatninum á Lygnnesi.

165.600 kr. eru játtaðar til at gera royndarboring á Fossum í Klaksvík. Endamálið við verkætlanin er at kanna møguleikar fyri at hita upp bygningar við vatni úr undirgrundini á Fossum umframt at brúka vatn úr Norðoyatunnlinum.

634.400 kr. eru játtaðar til til at finna orsøkina til tann óvanliga jarðhitavøksturin á Glyvrum og samstundis finna út av, hvussu nógv og á hvønn hátt orka kann útvinnast úr undirgrundini til upphiting.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder