Politikkur

Landsfundurin hjá Huxa verður fríggjardagin 20. januar

Huxa Fólkafloksungdómur - KOM VIÐ Á LANDSFUND

2023-01-19 22:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Landsfundurin hjá Huxa verður fríggjardagin 20. januar 2023 kl. 19.00.
Fundurin verður hildin í hølum Fólkafloksins á Jónas Broncksgøtu 29, Tórshavn.
Skráin verður hendan:
- Orðstýrari og skrivari verða valdir.
- Uppteljing av atkvøðum
- Ársfrágreiðing
- Framløga og góðkenning av roknskapinum
- Framløga og góðkenning av ársætlan
- Framløga og góðkenning av fíggjarætlan
- Innkomin mál til viðgerðar og støðutakan
- Val av 5 nevndarlimum og eykalimi/limum
- Uppskot um broytingar í reglugerðini
- Frítt prát
Umframt hetta, fara vit at hoyra frá Fíu Selmu Nielsen, 2. varafólk, Eyðsteini Zachariasen, løgtingsvalevni hjá HUXA, Beini Johannesen, formaður Fólkafloksins, og Bárði Á Lakjuni, løgtingsmaður.
Allir limir og Huxa áhugað eru hjartaliga vælkomin!
Vinarliga
Nevndin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder