Lýsing

Lærarastørv í Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2024-2025

-

2024-06-02 14:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hesi lærarastørv eru leys at seta í Skúlanum á Giljanesi frá 1. august 2024 at rokna:

  • Tvey tíðaravmarkað fulltíðarstørv fyri lærarar í farloyvi skúlaárið 2024-2025
  • Eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna avlopstímar og niðursetta tíð skúlaárið 2024-2025
  • Eitt tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar (uml. 0,80) skúlaárið 2024-2025

Endaliga tímatalið verður ásett 1. septembur 2024

Søkt verður eftir lærarum, sum:

  • Hava læraraútbúgving
  • Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • Duga at samstarva og eru fyrikomandi
  • Eru fúsir at taka á seg uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum
  • Eru við til áhaldandi at menna skúlan
  • Eru stundisligir og nærlagdir
  • Tola broytingar
  • Hava góðar KT-førleikar

Okkum tørvar:

  • Lærarar, sum kunnu undirvísa í: Heimstaðarlæru, landalæru, kristni, lívfrøði, støddfrøði í miðdeild, alis- og evnafrøði, náttúru/tøkni, donskum, ítrótti, svimjing og smíð.
  • Lærarar, sum vilja átaka sær flokslæraraleiklut í miðdeild

Lønar- og setanartreytir:

Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.Barnaváttan er kravd.


Umsóknir:

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til [email protected] í seinasta lagi fríggjadagin 14. juni kl. 17.00.


Nærri fæst at vita um størvini hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425.

Um skúlan:

Í skúlanum á Giljanesi ganga uml. 300 næmingar í 1. - 10. Flokki. Tað starvast 36 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar í skúlanum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder