Hesi lærarastørv eru leys at seta í Skúlanum á Giljanesi frá 1. august 2023 at rokna:
- Trý føst fulltíðarstørv
- Eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna lækkað tímatal skúlaárið 2023-2024
- Eitt tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar (uml. 0,7) skúlaárið 2023-2024
Endaliga tímatalið verður ásett 1. septembur 2023
Søkt verður eftir lærarum, sum:
- Hava læraraútbúgving
- Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
- Duga at samstarva og eru fyrikomandi
- Eru fúsir at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum
- Eru við til áhaldandi at menna skúlan
- Eru stundisligir og nærlagdir
- Tola broytingar
- Hava góðar KT-førleikar
Okkum tørvar:
- Lærarar, sum kunnu undirvísa í: Støddfrøði í innskúling, føroyskt í innskúling, enskum í hádeild, alis- og evnafrøði, náttúru-og tøkni, dreingjaítrótti/svimjing, smíð og tónleiki
- Lærarar, sum vilja átaka sær flokslæraraleiklut
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleikar í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.
Læraralesandi, sum fáa prógv í summar, eru vælkomin at søkja størvini.
Lønar- og setanartreytir:
Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Barnaváttan er kravd.
Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til [email protected] í seinasta lagi mánadagin 29. mai kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um størvini hjá Finnur Joen-Jacobsen á tlf. 794426.
Um skúlan:
Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3. - 10. flokkur ganga á Giljanesi, og 1. og 2. flokkur ganga í Bygdaskúlanum í Miðvági. Uml. 290 næmingar ganga í skúlanum. 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast í skúlanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald