Politikkur

Kvinnuhúsið vertinna fyri ráðstevnu ‘Nordiske Kvinder mod Vold’

-

2022-05-20 07:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kvinnuhúsið vertinna fyri ráðstevnu ‘Nordiske Kvinder mod Vold’ 20.- 22. mai. 2022 við evninum:

Seksuellur harðskapur

Nordiske Kvinder mod Vold (NKMV) er er ein felagsskapur av óheftum felagsskapum (NGO’um), ið umboða kvinnukreppumiðstøðir í norðanlondunum. Felagsskapurin hevur 29 ár á baki, og á hvørjum ári skiftast norðanlondini at skipa fyri eini NKMV ráðstevnu, har høvuðsevnini kunnu vera alt frá “Børn, ið útsetast fyri harðskapi” til “Me Too”. Luttakararnir eru í høvuðsheitum starvsfólk á kreppumiðstøðum úr bæði Noregi, Íslandi, Svøríki, Finnlandi, Grønlandi, Danmark og Føroyum, umframt fakfólk og stovnar, ið fáast við kvinnur og børn, ið verða útsett fyri harðskapi.

Í ár verður ráðstevnan Nordiske Kvinder mod Vold (NKMV) hildin í Føroyum, har Kvinnuhúsið er vertinna. Evnið á ráðstevnuni er Seksuellur Harðskapur. 250 luttakarar úr øllum norðanlondum fara at luttaka.

Evnið í ár: Seksuellur harðskapur

Evnið fyri ráðstevnuna er Seksuellur harðskapur í breiðastu merking. Umframt valdstøku/ neyðtøku snýr tað seg eisini um seksuellan tvingsil, porno, seksuellan ágang, tráfylgjan og misnýtslu. Alsamt fleiri ungar kvinnur venda sær til kvinnuhúsið, tí tær uppliva at fari verður um teirra mørk, tá tær eru saman við makanum. Hetta er ikki lætt at tosa við onnur um. Men tá ein kennir seg trýstan at taka lut í seksuellum gerðum saman við makanum, er hetta at rokna sum seksuellur harðskapur. At deila (senda og móttaka) nakinmyndir av øðrum uttan samtykki hoyrir eisini til seksuellan harðskap. Ráðstevnan ynskir at taka hesi evni upp frá fleiri ymiskum sjónarhornum.

Fríggjadagin 20. mai  kl. 16  setir Sølvit E. Nolsø Landstýrismaður í almannamálaráðum ráðstevnuna. Eftir tað hevur Eydna Skaale(FO) fyrilestur um Retorik i medier, og síðan sigur hvørt landi sær, hvat rørir seg hjá teimum júst nú.

 

Leygardagin tann 21. mai eru eisini nógvir áhugaverdir fyrilestrar:

Eva Berthelsen. & Camilla Dremark (DK) Seksualiseret vold i parforhold - en udvidelse af det voldsfaglige felts begreber om ’seksuel vold’

Jenny Westerstrand & Roks (SE): ”Ju varre desto battre”- om tjejer och våldsamt sex.

Emma Holten (DK)  Samtykke & hævnporno.                                                                                                     Cecilia B. Pedersen & Linnéa Hall (SE):”5211 røster som sexuel våld” - psykisk ohalsa och suicid till føjld av utsatthet før sexuellt våld.                                                                                                             Tóra Petersen (FO): ”Har vi brudt tavshedens mur? Om vold og dets følger på Færøerne.”  Hildur Fjóla Antonsdóttir (IS): At imødekomme retfærdighedsbehov i og udenfor det straffe-retslige system                                                                                                                                                       Gudrún Jónsdóttir (IS) Status i Haag

Sunnudagin eru ymiskar versktovur.

1:  Kathrina Lindenskov Holm, cand.pæd.psych (FO). EMDR-behandling af traumatiserede kvinder. 

2: Vivian Sjóðklett, Sexolog og vaginalterapeut (FO)  Når sex gør ondt.

  1. Jenny Westerstrand, Roks (SE). Hotet mot Sveriges kvinnojourer - svensk politik på kryss mot feministisk kunskap om våld.  
  2. Wanja J. Sæther – daglig leder i Krisesenteret, Ellen Roberg - erfaringskonsulent og Gunhild Vehusheia – advokat. Krisesenteret i Salten, Bodø (NO).Presentasjon av boken «Veien ut av vold, overgrep og utnyttelse» - prosessen med å utarbeide et verktøy for utsatte for vold og overgrep og deres hjelpere. 

5: Eydis í Dali, foredragsholder, forfatter og rådgiver (DK). Stop Stalking - Sådan håndterer du en stalker.
6: Renate Regine Skog – TryggEst-koordinator og Aina G. Karlsen, miljøterapeut – Krisesenteret i Salten (NO). Presentasjon av TryggEst-modellen i en norsk kommune. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder