Annað

Kvinna dømd 6 ára fongsulsrevsing fyri at smugla kokain

Talan er um størstu einstøku nøgdina av kokaini, sum er smuglað til Føroya seinastu árini.

2023-09-22 15:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



49 ára gamla kvinnan, sum er úr Dominikanska Lýðveldinum, var tikin av tollvaldinum, tá hon kom til Føroya í juni mánað. Kanningar vístu, at hon smuglaði rúsevni innvortis, og kvinnan bleiv tí varðhaldsfongslað. Tað vísti seg, at talan var um 63 pakkar av kokaini. Hvør pakki vigaði 9,9 gram, íalt 623,7 gram av kokaini. Hetta er tann størsta einstaka nøgdin av kokaini, sum er smuglað til Føroya tey seinastu árini. 

Í sambandi við kanningararbeiðið hjá politinum kom fram, at kvinnan áður hevði verið í Føroyum ávegis til Íslands. Kanningararbeiðið vísti, at kvinnan í tí førinum hevði smuglað uml. 880 gram av kokaini til Íslands. Kvinnan var tí eisini ákærd í Føroya Rætti fyri at hava smuglað uml. 880 gram av kokaini til Íslands umvegis Føroyar. 


Kokain verður vanliga flokkað sum eitt serliga vandamikið rúsevni. Prísurin á gøtuni í Føroyum er áleið 1.800-2000 kr. pr. gram. Gongdin í løtuni er tann, at Føroya Politi hevur alsamt fleiri mál, sum snúgva seg um serliga vandamikil rúsevni, serliga kokain. Fleiri av teimum, sum smugla rúsevni til Føroya, eru útlendingar, sum annars ikki hava tilknýti til Føroya.

Av tí, at talan var um omanfyri 1400 gram av einum serliga vandamiklum rúsevni, legði ákæruvaldið upp til, at kvinnan skuldi revsast við 7 ára fongsulsrevsing, og at kvinnan harumframt skuldi útvísast úr Føroyum fyri alla tíð. 


Ein samdur dómsmansrættur dømdi kvinnuna fyri at havt 1.200 gram av kokaini um hendi og setti revsingina at vera 6 ára treytaleysa fongsulsrevsing. Kvinna bleiv samstundis útvíst fyri alla tíð. Rætturin konfiskseraði kokainið og telefonina hjá kvinnuni. 


Verjin kærdi málið, men góðtók, at kvinnan skal verða varðhaldsfongslað til málið verður viðgjørt í Landsrættinum. 


Ákæruvaldið fer nú at taka støðu til, um ákæruvaldið eisini skal kæra málið við pástandi um, at revsingin skal herðast. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder