2022-08-30 13:02
Borgarstjórin í Vestmanna, Pauli Trond Petersen, leggur frá sær.
Tað boðar kommunan frá í soljóðandi skrivi í dag:
"Vestmanna Kommuna váttar at Pauli Trond Petersen hevur sent skriv til Bygdarráðið við umbøn um at vera loystir úr starvi sum borgarstjóri. Bygdarráðið fer í næstum at viðgera skrivið frá Paula Trond Petersen."
Onki verður skrivað um orsøkina til, at borgarstjórin leggur frá sær.
Varaborgarstjóri í Vestmanna, er Bjørg á Rógvi, sum røkti borgarstjórastarvið, meðan Pauli Trond Petersen var í farloyvi herfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald