Mentan

Kunning um sjósavnið og mentanarhúsið í Vágum

Boðað verður frá, at almennur kunningarfundur um sjósavnið og mentanarhúsið í Vágum, verður í Marghøllini í skúlanum í Sørvági, mánakvøldið 31. mars 2025 kl. 1900.

2025-03-31 13:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á fundinum luttaka umboð fyri felagið Sjósavn og mentanarhús í Vágum og fara saman við Sørvágs kommunu at hava eina framløgu av verkætlanini, so fólk verða kunnaði um endamálið við húsinum og hvussu vit í Vágum kunnu gagnnýta hesar møguleikar.

Á fundinum verður møguligt at fáa spurningar um verkætlanina svaraðar.

Eisini verður høvi hjá einum og hvørjum at koma við í verkætlanina og vera við í felagsskapinum at ríka um okkara mentanarlív í Vágum.

Hjartaliga vælkomin øll somul.

Felagið Sjósavn og mentanarhús í Vágum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder