Lýsing

Kunngerð um broyting av byggisamtyktini fyri ein part av Heiðatrøðni í Miðvági

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi 23. apríl 2024 samtykti at broyta byggisamtyktina fyri ein part av Heiðatrøðni í Miðvági.

2024-04-30 07:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kort, sum vísir broytingina, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá mánadegnum 29. apríl 2024 til mánadagin 20. mai 2024, báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi hósdagin 10. juni 2024.

Vága býráð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder