Lýsing

Kunngerð frá Sørvágs kommunu

-

2023-03-08 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 við seinni broytingum um býarskipanir og byggisamtyktir, hevur Sørvágs bygdaráð á fundi 25.01.23 samtykt at broyta part av matr. nr. 358a Sørvági til øki E1 Almennir stovnar og øki G neystaøki

Broytingin saman við korti og vegleiðing um kæru liggur frammi á kommunuskrivstovuni til alment eftirlit í tíðarskeiðnum frá 08.03.2023 til 29.03. 2023 báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu vera bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 20.04.2023.

Sørvágs kommuna



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder