Lýsing

Kunngerð: Endurskoðan av byggisamtyktini fyri Bø

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 við seinni broytingum um býarskipanir og byggisamtyktir, hevur Sørvágs bygdaráð á fundi 25.09. 2024 samtykt at broyta byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu, partin Bøur.

2024-09-28 08:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Endurskoðan av byggisamtyktini fyri Bø

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 við seinni broytingum um býarskipanir og byggisamtyktir, hevur Sørvágs bygdaráð á fundi 25.09. 2024 samtykt at broyta byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu, partin Bøur.

Uppskotið um broytingarnar fevna millum annað um tillagingar av býarskipanini, soleiðis at smærri vinnu- og tænastuvirksemi kann virka í Bø, samstundis sum eini sethús koma at liggja undir røttu økisáseting.

Broytingarnar snúgva seg um niðanfyri nevndu matr. nr:

  • nr. 36i - Frá K landbúnaður til C1 vinnuøki
  • nr. 67 – Frá I Hjallar, úthús v.m til B sethús

Broytingarnar saman við korti og vegleiðing um kæru liggur frammi á kommunuskrivstovuni til alment eftirlit í tíðarskeiðnum frá 26.09.24 til17.10.24 báðar dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu vera í bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 07.11.24.

Sørvágs kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder