Í ár eru 20 ár síðan fyritøkan Kreton byrjaði sítt virksemi. Nógvir vegir eru asfalteraðir og stórar maskinur fluttar síðan tá, og í hesum sambandi bjóðar fyritøkan til almenna móttøku í Norðragøtu fríggjadagin 2. desember kl. 14-17 fyri at hátíðarhalda føðingardagin.
Tað vóru brøðurnir Eyðun og Ove Magnussen, sum í 2002 byrjaðu at reka entreprenør-arbeiði undir navninum Brøðurnir Magnussen. Í 2006 fekk fyritøkan navnið Kreton, sum seinni hevur flutt fokus meira yvir á flutning og asfaltering.
Í dag hevur Kreton vaksið seg til eina av størstu flutnings- og asfalterings fyritøkunum í landinum við meira enn 30 bilum og maskinum og 20 fólkum í starvi.
Fyritøkan hevur høvuðssæti í Norðragøtu og eyðkendu reyðu bilarnir síggjast allastaðni kring landið, bæði tá stórir og smáir vegir verða asfalteraðir, og tá maskinur og stórir lutir skulu flytast frá A til B.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald