2022-08-16 09:00
Hóast viðgerðarmøguleikarnir eru batnaðir, og fleiri blíva frísk, ella liva við krabbasjúku, so doyggja nógv fólk árliga av krabbameini.
Í seinasta samgonguskeiði varð bróstkrabbascreeningin sett í verk, fyrsti onkologur varð settur í starv, og HPV koppseting bleiv sett í verk fyri dreingir. Umframt raðfestingar í kommunulæknaskipanini og serlæknum v.m. Raðfestingin av heilsuverkinum heldur fram, og spurningurin er tí, hvussu krabbameinsøkið er raðfest.
Í apríl í ár varð nýggj Krabbameinsætlan handað.
Í Krabbameinsætlanini eru 69 átøk, sum tilmælt eru at seta í verk komandi tíðina. Í ætlanini er m.a. tilmælt at seta í verk screening fyri tarmkrabba, at broyta screeningina fyri lívmóðirhálskrabba og at víðka um bróstkrabbascreeningina.
Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann er sinnaður at seta átøk í verk beinanvegin.
Tí havi eg sett landsstýrismanninum hesar spurningar:
– Nær er ætlanin at seta screening fyri tarmkrabba í verk?
– Nær er ætlanin at víðka um bróstkrabbascreeningina?
– Eru nøkur átøk í nýggju Krabbameinsætlanini sett í verk?
Fyrispurningurin kann lesast her: https://www.logting.fo/documents/53375
Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald