Koyr bil, tá tú koyrir bil!
Annars fært tú klipp í koyrikortið
Hugsavnar tú teg um at koyra bil, tá tú koyrir bil? Ella letur tú teg órógva – til dømis av fartelefonini?
Gáloysni er millum vanligastu orsøkir til ferðsluvanlukkur. Tað vísa kanningar í grannalondum okkara. Og í Danmark siga tølini, at gáloysni er orsøk til fleiri enn 50% av øllum deyðsvanlukkum í ferðsluni. Og tí verður tað eisini revsað hart, um tú brúkar handhildna fartelefon, meðan tú koyrir bil. Av somu orsøk hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd í mong ár mælt til hægri bót og klipp í koyrikortið, um bilførarar nýta handhildna samskiftisútgerð. Og fyrr í ár vórðu reglurnar loksins broyttar samsvarandi. Bótin er nú 1.500 kr, umframt eitt klipp í koyrikortið.
Tað eru nógv, sum brúka fartelefonina, meðan tey koyra bil. Tað siga tølini hjá løgregluni, og tað siga okkara hugburðskanningar eisini.
Umleið annar hvør metir at gáloysni er høvuðsorsøk til skaðar í ferðsluni. Bara ‘ov nógv ferð’ verður mett størri skaðaorsøk í ferðsluni. Men hóast nógvir føroyingar vísa á gáloysni sum eina høvuðs skaðaorsøk í ferðsluni, siga nógv seg javnan tosa í handhildna telefon, meðan tey koyra bil.
Vit eru sostatt tilvitað um, at gáloysni hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina, men vit velja kortini alt ov ofta at gera onnur ting enn at koyra.
Vit vóna og vænta, at herdu reglurnar fara at hava jaliga ávirkan á atburðin hjá bilførarum í Føroyum. Tí eitt er, at tað er einki stuttligt at fáa eina bót, men fært tú eitt klipp, kann koyrikortið verða í vanda.
Vit vóna at broyttu reglurnar fara at síggjast aftur, soleiðis at fleiri fara at leggja fartelefonina frá sær, meðan tey koyra bil og harvið betra um ferðslutrygdina fyri okkum øll.
Spildurnýtt átak um gáloysni í ferðsluni
Í samstarvi við Trygd og Betri trygging, hava vit framleitt eitt spildurnýtt átak um gáloysni. Kjarnan í átakinum er lógarbroytingin, sum kom í gildi fyrr í ár. Við smáum filmsbrotum vísa vit, at um tú brúkar handhildnað samskiftisútgerð í bilinum, so fært tú klipp - í koyrikortið.
Fartelefon + Koyring = Klipp
Góð ráð
- Hevur tú eina snildfon? Veitst tú, at flestu snildfonir hava eina funku, sum kann stillast soleiðis, at telefonin ikki ringir ella tekur ímóti sms’um, tá tú koyrir?
- Ert tú ferðafólk í bili, har bilførarin tekst við annað, enn at koyra: Bjóða tær at taka tær av telefonsamrøðuni, sms’inum, ella útvarpinum. Ella bið hann koyra til síðis og steðga bilinum, til hann er til reiðar at halda fram og koyra.
Átakið byrjar 16. september og heldur fram í tríggjar vikur. Politiið ger kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni, meðan átakið er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald