Politikkur

Koronapass – ongantíð aftur!

Vit eru nú post-korona. Ikki tí at korona-virus eru farin nakran veg, men politikkurin og miðlingin eru broytt. Nógv broyttist í koronatíðini, sum vit áður ikki kundu ímynda okkum!

2022-12-03 16:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í byrjanini hoyrdu vit, at deyðstíttleikin í samband við herviligu sjúkuna covid-19 var upp til 2%. Sanniliga ræðandi hagtøl. Um meginparturin av Føroya fólki fór at fáa smittuna, og 2% av teimum sjúku fóru at doyggja av hesi umfarssótt, merkir tað hagfrøðisliga, at vit øll fóru at missa familju, vinir, kenningar ella starvsfelagar av hesum virusi. Heilt náttúrligt, at fólk gjørdust bangin.

Skúlar blivu stongdir og børn avskorin frá vinum, floksfeløgum, familju og frítíðarviksemi. Fólk vóru biðin at arbeiða heimanífrá og at undirvísa børnum sínum sjálvi. Frítíðartilboð av øllum handaslag blivu stongd, og okkara gomlu blivu í nógvar mánaðar avbyrgd og noktað samveru við sína egnu familju. Familjur vitjaðu síni gomlu á ellis- og røktarheimi ígjøgnum eitt vindeyga. Ikki ólíkt einum fongsli. Fólk í rúgvuvís blivu sett í sóttarhald, um tey høvdu verið saman við einum sjúkum, um tey sjálvi vóru sjúk við súmptomum ella um tey høvdu eina positiva PCR-test uttan sjúkueyðkenni.
Persónliga bleiv eg sjúk og fekk uppringing frá einum løgreglumanni um, at eg skuldi avbyrgjast í minst 10 dagar. Ja, lat hetta søkka inn! Løgreglan ringdi til fólk við hesum boðum. Fyri allarflestu fólk er tað ræðandi at fáa slík boð frá løgregluni, sum vit jú mugu akta. Signalið var týðiligt – tú, sum hevur hetta virus, ert vandamikil fyri okkara samfelag. Frá politisku leiðsluni, ljóðaði at vit settu okkara álit á tilmæli og ikki krøv. Men tá løgreglan ringir til fólk og gevur boð um at avbyrgja seg, gruggast markið ímillum hvat er tilmæli og lóg, sum vit eru noydd at akta

Fólk fingu forboð fyri at savnast og almenn tiltøk blivu niðurløgd. Onkur forboð vóru heldur tragikomisk, t.d. forboð ímóti at syngja saman, har fólk vóru savnað. Kvota bleiv sett á til jarðarferðir, og fólk blivu noktað at fylgja einum vini ella familju til sítt síðsta hvíldarstað. Bókstavliga annar hvør kirkjubonkur í kirkjunum kring landið var stongdur. Kvota bleiv ásett fyri, hvussu mong kundu koma saman privat. Øll skuldu halda 2 m frástøðu, sjálvt á flogvøllinum – áðrenn øll so settu seg tætt saman í eitt trongt flogfar, og tóku munnbind av fyri at eta og drekka umborð.

So kom koppsetingin! Eitt nýtt slag av koppseting, sum er ein mRNA koppseting. Mannagongdir, sum vanliga eru krav, fyri at ein heilivágur skal blíva góðkendar, blivu í skundi lopnar um. Tað vil so siga, at ikki einans hava vit við eina koppseting at gera, sum er grundleggjandi øðrvísi enn siðbundnar koppsetingar, við at hon beinleiðis skal geva kroppinum eina eftirgjørda genetiska uppskrift at gera andsevni eftir, men harafturat er hon ikki kannað og roynd eftir vanligum reglum og forskriftum, sum aðrar koppsetingar og annar heilivágur vanliga er. Vanliga skal heilivágur kannast í fleiri umførum og yvir langa tíð, áðrenn hann verður góðkendur – av tí sama er tað drúgv og tung mylla, at fáa heilivág góðkendan. Fyri koppsetingar vanliga eini 10-15 ár. Bæði í føroyskum og altjóða miðlum hoyrdu vit – frá læknum og serfrøðingum – at koppsetingin vardi ímóti smittu, og at koppsett ikki smittaðu víðari. Trýstið at koppseta seg var stórt og spælt var uppá samvitskuna hjá føroyingum! Um ein ikki koppsetti seg, setti ein tey gomlu, tey veiku og Føroya land í vanda! Arbeiðspláss fóru at melda út, at fortreyt fyri at koma til arbeiðis var koppseting ella endurtakandi negativ PCR test.

Hetta førdi so til koronapassið. Hetta passið, sum var prógv um, at tú vart koppsett/ur, gav koppsettum betri rættindi enn ókoppsettum at fara til arbeiðis, at ferðast og at liva eitt frælst lív uttan avbyrging. At vera koppsett/ur bleiv av almennu Føroyum javnsett við at taka ábyrgd, vísa næstrakærleika og vera ein góður borgari, meðan tey ókoppsetu blivu sett í sóttarhald og útskammað fyri ikki at taka ábyrgd. Hetta leiðir tankarnar aftur á annan veraldarbardaga, tá fólk vóru merkt sum 1. og 2. floks borgarar.

Føroyingar í rúgvuvís koppsettu seg. Men lyftini hildu ikki, um at tey koppsettu ikki kundu blíva sjúk. Koppsett bæði blivu sjúk og illa sjúk, og smittaðu víðari, eins og tey ókoppsettu. Fleiri hildu seg enntá hava hjáárin av koppsetingini. Hetta bleiv vart við, at jamen, um tey koppsettu ikki vóru koppsett, høvdu tey ivaleyst verið enn sjúkari og smittað enn meira – hóast hetta ikki kann mátast, og hóast heilivágsfyritøkurnar, sum hava framleitt koppingarevnini, heilt einfalt ikki hava havt tíð at langtíðarkanna koppsetingarnar og at vanligu mannagongdirnar ikki eru fylgdar. Boðini frá – eisini – føroyskum læknum og serfrøðingum broyttust so líðandi og blivu tillagað, uttan at viðurkenna, at fyrstu útmeldingarnar ikki vístu seg at samsvara við veruleikan. Men framhaldandi er áheitanin tann sama – vit skulu koppsetast ímóti covid-19.

Júst nú eru vit aftur í influensa-sesong. Fólk liggja sjúk av herviligari influensu, og tað er altíð soleiðis, at summi – serliga gomul og veik – doyggja av influensu. Hetta er ein lívsfortreyt, sum vit góðtaka, nú eins væl og áðrenn koronatíðina. Eingin verður innibyrgdur, útskammaður og revsaður. Eingin verður kannaður og fær uppringing frá løgregluni um at avbyrgja seg. Eingin verður merktur við einum passi, sum gevur fleiri rættindi í samfelagnum.

Covid-19 vísti seg tíbetur ikki at vera so deyðiligt, sum vit óttaðust. Men tað er ræðandi at síggja, hvussu skjótt frælsi hjá føroyingum bleiv skert. Eingin umbering er komin frá hvørki læknum ella almennu Føroyum, fyri at føroyingar – serliga børnini, tey ungu og tey gomlu – mistu virðismikla tíð saman við vinum, familju og sínum kæru. Eingin umbering er komin fyri, at fleiri vinnur bløddu út í hesi tíðini. Eingin umbering er komin fyri, at fólk blivu trýst til at taka eina sproytu frá privatum fyritøkum, sum ikki er langtíðarkannað, og sum als ikki gevur tey úrslit, sum av fyrstan tíð bleiv lovað.

Koronapassið er tíbetur avtikið. Meðan tað var galdandi, býtti tað føroyingar í tveir flokkar. Tey við koronapassi høvdu frítt at fara í samfelagnum, neyvt eins og danski forsætisráharrin gav boð um, meðan tey uttan koronapass blivu revsað og mistu frælsi.
Munurin var ein medisinsk sproyta frá privatum fyritøkum. Hetta var eitt ógvusligt brot á persónligt frælsi!

Verði eg vald inn á Føroya løgting, fari eg ongantíð at góðtaka, at koronapass, ella nakað ið líkist tí, verður innført aftur í Føroyum. Eg vil verja persónliga frælsið.

Jórun Pólsdóttir
Valevni fyri Miðflokkin


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder