2022-03-15 10:44

Koppsetingin fer fram í samstarvi við Sjúkahúsverkið. Seinastu tíðina hevur Sjúkrahúsverkið samstarvað við Tjaldurs apotek um koppsetingina av børnum, umframt at koppsett hevur verið á á Norðoya og Eysturoyar apoteki. Royndirnar eru góðar og samstarvið við Apoteksverkið hevur í allar mátar riggað væl.
Øll, ið eru 5 ár ella eldri, kunnu lata seg koppseta á nevndu koppsetingarstøðum. Fólk skulu enn sum áður bóka tíð til koppseting á korona.fo.
Sjúkrahúsverkið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald