Semingsuppskotið er m.a. um løn og um broytingar í lønarstiganum fyri handverkarar og leiðandi handverkarar.
Talan er um eina 3 ára semju, har lønarhækkanin er býtt soleiðis:
Tann 1. januar 2026 hækkar mánaðarlønin við 2,78 %
Tann 1. januar 2027 hækkar mánaðarlønin við 3,68 %
Tann 1. januar 2028 hækkar mánaðarlønin við 4,00 %
Frá 1. apríl í 2027 kemur í gildi nýggj áseting um viðbót fyri vandamikið arbeiði:
Fyri arbeiði í tunli, arbeiði við vandamiklum evnum og tilfari, sum krevja serliga verndarútgerð, t.d. asbest, arbeiði í dampketli, arbeiði í brúktum olju-, lýsi og øðrum tangum og annars inni í smáum tangum, og fyri arbeiðir í kloakkum, verður goldið 10% eyka um tíman.
Frá 1. januar 2027 kemur nýggj áseting í sáttmálan um yvirtíðararbeiði: Tá yvirtíðararbeiði er byrjað, verður goldin yvirtíð til arbeiðið endar.
Frá 1. januar 2027 hava handverkarar rætt til eftirløn av niðanfyrinevndu persónligu viðbótum sambært § 5, § 7, § 7a og § 7b.
Tað nýggja í hesi áseting er § 7b viðbótin.
Kommunala Arbeiðagevarafelagið tann 5. november 2026
Per Martin Gregersen, formaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald