Annað

KOM OG RUDDA VÁGAR

Tann 16. septembur er altjóða ruddingardagur, og í samstarvið við Rudda Føroyar eru lokalir samskiparar í bæði Vága- og Sørvágs kommunu farnar í gongd við fyrireikingarnar.

2023-09-05 07:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í tí sambandi verður heitt á vágafólk - bæði á einstaklingar, stovnar og fyritøkur, at tekna seg sum sjálvboðin at rudda í teirra bygd, og eisini at koma við góðum hugskotum til økir, har mett verður at serligur tørvur er á at rudda. 


Tekna teg/tykkum til at rudda tann 16. septembur við at trýsta her


Meira kunning kemur út seinni á Facebook og á heimasíðum hjá kommununum. 

Um tú hevur ein spurning ella vilt gera vart við okkurt, ert tú vælkomin at seta teg í samband við ein av lokalu samskiparunum í økinum:


Vinaliga 


Rakul Heygsá, Gásadalur. Tlf. 582485

Rannvá í Løðu, Bøur. Tlf. 226998

Sóley Gásdal, Sørvágur. Tlf. 220538

Bryndis í Dali, Miðvágur. Tlf. 266455

Sóley Kerlok, Sandavágur. Tlf. 519855

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder