Politikkur

Kom og ger Miðflokkin stóran

Vel ein álítandi flokk, ið byggir á kristnu grundvirðini.

2022-12-08 10:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


    Flest allir eygleiðarar eru samdir. Tað er bert EIN flokkur, ið greitt hevur meldað út og tikið støðu til rættin hjá okkara óføddu til lív. Vit virða alt lív frá byrjan til enda her á fold.

    Hóast fleiri politiskir flokkar látast sum um teir ikki vilja brúka tíð uppá etisk virði, so vísir m.a. veljarakanning á Glasi, at hesi virðir framvegis hava stóran týdning millum fólk – og ikki minst okkara ungu.

    Miðflokkurin er EINASTI flokkur, sum stendur saman um etisku virðini. ALLIR hinir politisku flokkarnir eru á hesum økinum vinkulskøltar, ið tykjast vilja vinna eina kapping um popularitet, kosta hvat tað kosta vil.

    Politikkur er ikki ein kapping um popularitet, og ei heldur ein ‘reality’ sending, har tú skalt koma við tí mest villa ella óskynsama hugskotinum fyri og annað eftir. Politikkur hevur veruliga og álvarsliga ávirkan á samfelag okkara og einstaklingin. Tískil er tað ikki líkamikið hvørjar avgerðir verða tiknar ella hvør verður valdur.

    Vit í Miðflokkinum byggja framvegis á tað grundarlag, ið upp gjøgnum øldirnar hevur skapt og framvegis vil tryggja okkara frælsa og trygga vælferðarsamfelag – um vit hava dirvi til at halda fast við tey!

    Vinarliga ver við okkum á valinum í dag og ger Miðflokkin stóran!

    X við Miðflokkin

    X við Rani Andrasson Skaalum

    Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

    placeholder