Politikkur

Klárur til Fólkatingið

Haldi fólkatingssessur krevur royndir og vitan í føroyskum politikki. Eg eri klárur og havi royndirnar.

2022-10-12 13:30 Author image
Tóri Nielsen
placeholder

 Eftir at hava lagt landsstýrissessin og formansstarvið frá mær, eri eg klárur at røkja fólkatingsstarvið

Havi verið í politikki í yvir 30 ár og eri tann føroyingurin, ið hevur sitið longst sum landsstýrismaður, 13 ár í trimum ymiskum ráðharrasessum. Kenni føroyska politikkin og øll viðurskifti millum Føroyar og Danmark, eisini tey, danir hava forða okkum í at betra.

Eg bjóði meg fram og eg eri klárur. Eg havi vilja, tíð og hug til fólkatingsarbeiðið.

Vóni veljarin vil geva mær møguleikan. Vil løna tykkum aftur við góðum arbeiðið fyri føroyingar og Føroyar.

Jørgen Niclasen, valevni Fólkafloksins til Fólkatingsvalið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder