2022-10-29 19:55

Hóast veljarakanningar ikki geva Fólkaflokkinum eitt umboð, so hevur søgan víst, at fara fólkafloksáhugað á val, so er stórur munur á kanningum og valúrslitinum.
Tað hevur týdning, at eitt fólkafloksumboð verður valt. Eftir 15 ár uttan Fólkaflokkin á Fólkatingi hevur hópað seg upp ein røð av óloystum málum. Her má broyting koma í.
Tí heiti eg inniliga á fólkafloksáhugað um fara á val.
Jørgen Niclasen, valevni Fólkafloksins til fólkatingvalið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald