Politikkur

Klárar samgongan at telja uppí 17 í dag?

Tingfundur verður settur klokkan 09:30, og spenningurin er stórur í løgtinginum.

Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

2026-02-23 07:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Talan er um ein lagnudag hjá samgonguni nú málini um pensjónsaldurin og Suðuroyartunnilin koma fyri løgtinginið í dag.

Fyrst á skránni er pensjónsaldurin, og har er tað bara Javnaðarflokkurin í Trivnaðarnevndini, sum tekur undir við uppskotinum.

Les eisini: Verkafólk: Løgmaður svíkir verkafólk

Fyri Javnaðarflokkin sita Hans Jacob Thomsen og Súsanna Bertholdsen í Trivnaðarnevndini. Tey skrivað m.a. í álitinum "Hesin minnilutin vil at enda vísa á, at frægast hevði verið at hildið seg til samtyktina frá 2018, sum ásetti, at pensjónsaldurin fyrst hækkaði við hálvum ári uppí 67,5 ár í 2025 og so eitt hálvt ár upp í 68 ár í 2030. Tá varð lagt upp til,at politiska skipanin í 2025 skuldi taka støðu til, um pensjónsaldurin skuldi hækka upp í 68,5 ár í 2035. Menhesinminnilutin virðir eisini, at politisk semja er gjørd í samgonguni um, at aldurin skal hækka skjótari,enn lógin frá 2018 legði upp til.

Við hesum viðmerkingum tekur hesin minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið."

Liljan Weihe tekur støðu í tingsalinum sigur hon í sínum álitið.

Samgongan skal ikki væntað sær nakra hjálp frá andstøðuni í málnum um pensjónsaldur. Tí har stemmar øll andstøðan ímóti.

Spenningur er tí sera stórur um samgongan stendur saman um málið um pensjónsaldurin. Tí Framsøkn hevur sett sum treyt, at málið skal samtykkjast fyri at tey skulu taka undir við Suðuroyartunnlinum.

Klárar samgongan ikki at samtykkja málið í dag, so er sera ivasamt um nøkur samgonga er.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder