2026-02-22 18:01
Løgmaður hevur gjørt ein politiskan rossahandil við Ruth Vang, fíggjarmálaráðharra, sum gongur beint ímóti øllum tí, sum Javnaðarflokkurin átti at staðið fyri. Verkafólk skulu vera longri á arbeiðsmarknaðinum, so ein tunnil kann gerast.
Tveir av trimum flokkum í samgonguni siga seg annars umboða verkafólkið, og løgmansflokkurin varð stovnaður av júst arbeiðarafeløgunum. Men álíkavæl, hava Javnarflokkurin og Tjóðveldi latið Framsókn samanvevja tvey so fullkomuiliga ymisk mál: Suðuroyartunnilin og hækkan av pensjónsaldrinum.Tvey mál, ið á ongan hátt hava nakað við hvørt annað at gera.
Tingfundurin í morgin verður avgerðandi fyri, um vit í Føroyum hava nakran flokk, sum umboðar verkafólkið. Tingfólk nýtast ikki at lata seg binda av ivasomu avtalunum, sum løgmaður og leiðslan í landsstýrinum ger. Tingfólk eru einans bundin av síni sannføring. Í morgin fáa tit í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi høvi at vísa, hvørji tit eru, og hvat tit standa fyri.
VERKAFÓLK GERA SÍTT
Nógv av verkafólkum okkara fara út á arbeiðsmarknaðin sum tannáringar, og tað er óvirðiligt at krevja, at tey skulu vera uppaftur longri á arbeiðsmarknaðinum enn tey eru nú.
Okkara verkafólk gera hvønn dag sín part úti í samfelagnum. Verkafólk krevja ikki nøkur serrættindi, men politiski myndugleikin má taka spurningin um pensjónsaldur í størri álvara og síggja, at tað er mark fyri, hvussu nógv tú kanst krevja av fólki.
Hetta uppskot bjóðar allari fakfelagsrørsluni av á ógvuliga grundleggjandi økjum, og tað verður ikki á okkara vakt, at hetta fer stillisliga framvið.
Okkara inniliga áheitan á tinglimirnar er: Fellið hetta uppskotið! Tað er onki meir vandamikið fyri politisku skipanina enn at missa sambandið við gerandisdagin hjá púra vanligum fólkum.
Føroya Arbeiðarafelag
Føroya Fiskimannafelag
Havnar Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald