Mentan

Kínir mítt eyga hvørt gil og hvønn stein, kenni meg aftur og vælkomnan heim

Sørvágs kommuna takkar fyriskiparunum fyri fagnaðartiltakið, og ynskir Stongum og Guttesen hjartaliga tillukku við føðingardøgunum.

2024-01-28 22:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Niðanfyri er røðan sum borgarstjórin, Eyð Ellingsgaard, bar fram.

- - - - - 

Góði Jóan Jakku og góði Magnus! Góðu tit øll!

Tað er ikki á hvørjum degi, at vit her í Sørvági kunnu hátíðarhalda tvær livandi legendur í senn.

Báðir fylla um nakrar dagar, Jóan Jakku fyllir seytifimm og Magnus fyllir seytifýra! Hjartaliga tillukku við tí, tit báðir!

Frá barnsbeini eru vit von við, at føðingardagsbørn fáa gávur, men felags fyri hesar báðar er, at teir hava givið okkum øðrum so ófatiliga nógv.

Men í kvøld kunnu vit feira tykkum báðar og vónandi geva tykkum ta tøkk og tann heiður, sum tit hava uppiborið.

* * *

Her í okkara nærumhvørvi eru vit so ófatiliga heppin, at vit hava átt og tíbetur enn eiga Jóan Jakku og Magnus.

Eingin megnar so væl sum tit at fáa sørvingin fram í okkum øllum, tí í somu løtu sum tit sláa ta fyrstu akkordina, eru vit beinanvegin í Sørvági.

Onkur hevur kallað tað “Vága-sound”, men eg vil heldur siga, at tykkara sermerkta ljóð og tykkara heilt serligi stílur er “Sørvágs-sound”.

Ikki fyri at taka nakað frá nøkrum øðrum, men hetta er altso tykkara identitetur og tykkara sereyðkenni.

Tað er líka persónligt sum passið, p-talið og tannbustin.

* * *

Í Keypmannahavn var tað, at fyrsti spírarnir sóust ella hoyrdust, og restin er søga.

Jóan Jakku úti á Bakka og Magnus úti á Lið hava alt sítt vaksna lív verið heimskendir her í bygdini og oynni.

Teir vóru við í ymsum tónleikabólkum og vóru – sum rættir 60-ara unglingar – upptiknir av tí nógva tónleikinum, sum kom fram hesi árini.

Men tá ið teir sum bólkurin Tinganest fyri fjøruti árum síðani komu út við fyrsta kasettubandinum, fingu brádliga allar Føroyar bæði eyguni og oyruni upp fyri teimum.


Saman við Eivin úti í Geilini, sum ikki minst setti sín dám á upprunaliga “soundið”, fingu tit hvørt mansbarn ‟Upp á tá” at syngja ‟Vágagelluna”.

Síðstnevndi sangur er eitt gott dømi um, hvussu væl tit duga at snara og venda tingunum, so tey uppá ein elegantan máta fáa nýtt fortekn og fluttan týdning.

Vágasnellan bleiv nú Vágagellan, sum kastaði, heintað, fílaði og dró – og sjálvur vart tú ikki annað enn ørvitisfiskurin, ið skuldi fáast inn um stokkin.

* * *

Tit eru bæði poppur og rock’n’roll, men uttan at lata tykkum draga upp á tráð av tí, sum er frammi í tíðini ella modernað.

Tvørturímóti hevur tað verið, sum Jóan Jakku tók til í sjónvarpssendingini herfyri, at ‟tit spæla tað, sum fellur tykkum inn”.

Tit liggja ikki og slota eftir, hvat onnur koma við ella finna uppá, og tí eru ikki kopi, men originalar, ið tit hava latið úr hondum.

Og tað hevur alt verið á føroyskum máli, so tað er farið beint í føroysku fólkasálina.

Tað hevur givið okkum vanligu føroyingum nakað at hugsa um, men eisini at flenna eftir – og ofta bæði tvey.

Bæði tit og tykkara sangir hvíla í sær sjálvum, og hvørja ferð hava tað verið sangir við egnari sál og egnum lívi, ið fólk fegin hava tikið til sín.

Tí er tað eisini eydnast tykkum at fylla føroyska marknaðin við hópin av ‟evergreens”, sum hvør hevur verið betri enn annar.

* * *

Eg nevndi at byrja við, at tit longu við fyrstu akkordini fáa okkum øll at føla, at nú eru vit í Sørvági.

Sjálvir hava tit ikki altíð verið tað, soleiðis heilt bókstaviliga, tí tit hava ferðast víða um og eisini havt annað postnummar enn 380.

Magnus er fluttur vestur aftur, eftir at hann í 27 ár hevði verið kommunulækni á Eiði, har hann setti sín dám á felagslívið, og fyri tað fekk hann eisini í fjør heiðurin ‟ársins herðaklapp”.

Sunda kommuna heiðraði Magnus fyri at hava verið ‟ein sera virkin og savnandi persónur innan ítróttarliga og tónleikarliga umhvørvið í mong ár”.

Og í skjótt tjúgu ár hevur nú Jóan Jakku búð í Nólsoy, har hann eisini hevur havt tónleikin við sær.

Jóan Jakku var somuleiðis í fjør heiðraður, tá ið hann á FMA fekk størsta heiðurin av øllum, sum er ‟ársins tónleikaheiður” fyri sítt lívlanga avrik á føroyskan tónleikapallinum.

* * *

Jú, vit eru so sanniliga errin av tykkum og øllum tí, tit hava lagt eftir tykkum!

Tað kann væl vera, at tað ber til at taka sørvingin úr Sørvági, men báðir tveir eru tit livandi prógv fyri, at tað ongantíð ber til at taka Sørvág úr sørvinginum.

‟Kínir mítt eyga hvørt gil og hvønn stein,
kenni meg aftur og vælkomnan heim.”

Vøkur orð, og við teimum vil eg vegna Sørvágs kommunu biðja tykkum báðar, Jóan Jakku og Magnus, um at koma upp at taka ímóti eini gávu.

Takk fyri!


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder