Málið um ólógligu ognartøkuna av vatni til nýggju smoltstøðina í Skálavík líkist ongum minni enn valdsmisnýtslu frá myndugleikunum, ið annars áttu at vart rættindi bóndans. So bersøgin er Sigert Patursson, formaður í bóndafelagnum. Bóndin hevur ongantíð ætlað at steðga smoltstøðini, men einans biðið um eitt hóskandi árligt gjald fyri virðismissin orsakað av vatntøkuni. Kortini hava allar snildur verið brúktar fyri at halda fast við eina ognartøku, sum táverandi landsstýriskvinna hevur staðfest var ólóglig. Somuleiðis hava myndugleikarnar beinleiðis forða fyri, at hagin skuldi sleppa at kæra avgerðirnar. Ein slíkur framferðarháttur hoyrir ikki einum rættarsamfelagi til, leggur Sigert Patursson afturat. Festibrøv og aliloyvi ikki ólíkSíðan 2007 hava festibrøvini givið festibóndum ognarskap til at gagnnýta tey rættindi, sum eru tengd at jørðini. Lóg um landsjørð gav samstundis festaranum full ræðisrættindi, men hetta hevur ført til at festarin heftir persónliga fyri allar fíggjarligar skyldur í sambandi við veðseting og rakstur av festinum. Eitt festibræv kann á ávísan hátt samanberast við aliloyvi. Bøur og hagi er sostatt at rokna sum eitt vinnutól hjá bóndanum, eins og firðir og sund eru vinnutól hjá alaranum. Men hesi seinastu árini hevur Búnaðarstovan regluliga gjørt seg inn á vinnutólini hjá bóndunum við at hava selt burturav festunum, uttan bóndin hevur fingið nakað líkinda endurgjald fyri hetta. Samstundis hongur bóndin persónliga uppá skuldina hann hevur átikið sær í sambandi við íløgur á festinum, og verður tí munandi verri fyri fíggjarliga, orsakað av slíkum inntrivum í vinnutólið. Ikki er torført at hugsa sær reaktiónina, um ein alifyritøka hevði verið viðfarin á sama hátt av myndugleikunum.Málið um vatntøkuna í Skálavík snýr seg um eitt munandi inntriv í eitt festi, sum ger vinnutólið hjá bóndanum væl minni vert. Smoltstøðin ger, at tað ikki longur verður møguligt at brúka, og annars at reka festi og hagan eins og vanligt. Tí hevur bóndin kravt eitt árligt gjald, sum hann metir er rímiligt. Men hetta vil Bakkafrost ikki hoyra talan um. Saman við kommunni, Búnaðarstovuni og Vinnumálaráðnum hevur henda milliardastóra fyritøkan gjørt alt fyri at forða bóndanum í at fáa eitt rímiligt árligt gjald. Hetta er av sonnum Dávid, sum stríðist móti Goliath. Ólóglig ognartøkaTann 3. mars 2026 staðfesti Sirið Stenberg í løgtinginum, at Skálavíkar kommuna hevur framt eina ólógliga ognartøku av vatni til nýggju smoltstøðina hjá Bakkafrost í Skálavík. Tí í býarskipanarlógini er heilt einfalt ikki heimild fyri at ognartaka festijørð.Men hóast hesa staðfesting halda myndugleikarnar fram við at gera alt teir eru mentir til tess at forða haganum at kæra málið, eins og at royna málið í rættinum. Somuleiðis hevur landsstýriskvinnan í heilsu og orkumálum í svari til ein § 52 spurning gjørt greitt, at hon onki fer at gera við ta ólógligu ognartøkuna. Tað gav somuleiðis at bíta, tá stjórin á Búnaðarstovuni í sjónvarpinum stóð og vardi hesa ólógligu ognartøku og samstundis vildi vera við, at ein festari ikki er annað enn ein brúkari við avmarkingum – nakað vit her í Føroyum nevna “uppisitari”. Her hevði verið upplagt, at landbúnaðarmyndugleikin greiddi frá, hvussu vinnuligur landbúnaður í Føroyum er skipaður, og hvussu stórt bakkast tað er, tá tað almenna ger inntriv í vinnutólini. Men ikki eitt orð bleiv sagt um hetta. Málið um ólógligu ognartøkuna av vatni í Skálavík er ikki eitt mál, sum er farið av sporinum. Tað er eitt mál, har ein festari, stríðist fyri einum hóskiligum árligum gjaldi til festið, fyri eitt stórt inntriv í hansara vinnutól. Og mótparturin er ein samanrenning millum eina milliardafyritøku og landsins myndugleikar, sum ikki eingong vilja loyva málinum at verða roynt í kæru- og rættarskipanini. Bóndafelag Føroya skal gera púra greitt, at rættartrygd eisini er galdandi fyri festarar. Og tí verður hetta málið ikki slept, fyrr enn ein hóskandi loysn fyri festaran er funnin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald